Løgreglan: Leitingin avblást

Ferðafólkini eru áveg oman aftur úr fjøllunum.

Gjøgnum eina skipan, har til ber at fara forbí telefonsvararan hjá fólki og fáa ringt tey upp kortini, fekk løgreglan fatur á ferðafólkunum, sum vóru farin í hagan við Viðareiði. 

 

Tað var fyri løtu síðani at løgregan sendi hundapatruljur í hagan við Viðareiði at leita eftir fólki. Orsøkin var, at ein leigaður bilur hevur staðið tómur síðani seinnapartin í gjár og fólk vóru bangin fyri, at talan var um ferðafólk í neyð. Løgreglan fann fram til telefonnummarið hjá tí, sum stóð fyri bilinum, men tá ringt varð fór tað beint til telefonsvarara. 

 

Løgreglan hevur tó nú umvegis eina skipan, har tilber at koma ígjøgnum á fartelefonini kortini, fingið fatur á teimum. Talan er um eitt par, sum er áveg oman aftur og helst eru á Viðareiði um ein tíma ella so.