Løgreglan sóknast eftir kvinnuligum bilførara

Seinnaprtin í gjár varð ein smádrongur yvirkoyrdur í Gundadali í Havn.

Annað beinið á dronginum kom undir eitt av hjólunum, men drongurin fekk ikki skaða av óhappinum.

Bilførarin steðgaði og tosaði við dreingin, men fór so víðari.

Løgreglan veit ikki, hvør koyrdi bilin, men tey vilja fegin tosa við bilføraran, sum var ein tilkomin kvinna.

Tískil heitir løgreglan á bilføraran og á fólk, sum sóu tilburðin, um at siga frá.