Í gjárkvøldið tók løgreglan ein mann fyri at hava hótt ein annan - ikki við vápni, men við orðum. Men talan var um partvíst um álvarsligar hóttanir, tí fólk vórðu eisini hótt við lívinum.
Talan er um ein mann, sum hevur treytaðan dóm frammanundan, tað merkir, at maðurin hevur nýliga gjørt okkurt revsivert, har hann er sloppin undan at sita við teirri treyt, at hann ikki ger nakað revsivert aftur
Men nú hann aftur hevur hótt fólt, tók løgreglan hann og setti hann í varðhaldi. Og seinni í dag er ætlanin at føra hann fyri rættin til grundlógaravhoyringar við tí tí endamálið at fáa hann varðhaldsfongslaðan í eina tíð, ímeðan málið verður kannað nagreiniliga.