Løgreglan: Trý hálkuóhapp

Løgreglan í Klaksvík hevði eitt friðarligt vikuskiftið. Tvey smærri ferðsluóhapp var tað, sum tey høvdu at takast við um vikuskiftið

Trý ferðsluóhapp vóru í Klaksvík um vikuskiftið. Eitt hendi tíðliga í vikuni meðan tvey hendu um vikuskiftið, sigur vakthavandi á støðini í Klaksvík.

Tað fyrsta ferðsluóhappið var á byrgingini við Haraldsund. Ein bilførari, sum var á veg til Haraldsund, misti tamarhaldi á bilinum, tá hann koyrdi eftir byrgingini, og hann rendi á ein stein á sunnaru síðu á byrgingini. Bilurin fekk so stóran skaða, at hann mátti flytast burtur av einum kranabili, greiður vakthavandi á støðini í Klaksvík frá.

Tey bæði óhappini, sum hendu um vikuskiftið vóru meira av ósketni, og eins í tí fyrsta førinum var bert talan um materiellan skaða.

Eitt hendi í svinginum við Depli. Ein bilur, sum var á veg niðan móti tunnlinum, kom í so langt út á breytina at hann nært við ein mótgangandi bil.

Hitt óhappið hendi mitt í býnum í Klaksvík og líktist tí fyrra. Tveir bilar bóru við hvønn annan tá annar teirra skuldi snara inn á ein annan veg.

Í ongum føri var talan um fólkaskaða.