Tað er nú staðfest, at feilur er í stjørnukastarum av slagnum Stjernehyl.
Tað sigur løgreglan í Føroyum í eini ávaring í kvøld.
Avleiðingin er, at stjørnukastarin brestur, og ein eldkúla flýgur úr honum.
Vandi kann tí standast av hesum.
Stjørnukastararnir eru seldir í fleiri handlum kring landið.
- Fólk vera biðin um at beina stjørnukastarar av hesum slagnum burtur, ella at lata teir inn aftur til handilin, har teir eru keyptir, sigur løgreglan
Stjørnukastararnir eru í gulum/svørtum pakkum við áskriftini: Stjernehyyyyyl og eru millum annað seldir í sokallaðum barnapakkum, sigur løgreglan