Hóast tað nú eru meira enn tríggir mánaðir síðan, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, bleiv burtur, ánar løgreglan enn ikki, hvussu hon kundi blíva burtur úr heiminum hjá sær sjálvari og manninum, miljarderinum Tom Hagen.
- Vit halda allar møguleikar opnar. Vit hava ikki nakað ávíst ástøði og binda okkum heldur ikki til nakað ávíst ástøði, er svarið hjá rannsóknarleiðaranum, Tommy Brøske, tá norskir tíðindamiðlar spyrja, um løgreglan veit – ella hevur eitt ástøði um – hvussu hin 68 ára gamla kundi blíva burtur úr húsunum í Fjellhamar mikudagin hin 31. oktober.
Hvat merkir tað, at tit ikki binda tykkum til nakað ávíst ástøði?
- Tað er tí, vit ikki vita sannleikan. So einfalt er tað, sigur rannsóknarleiðarin.
Í einari samrøðu, sum Aftenposten í dag hevur havt við Tommy Brøske, sigur rannsóknarleiðarin, at ástøðið um, at kvinnan er burturflutt er ”nakað styrkt”, men hann vil ikki siga, hví hann heldur tað.
Í kjalarvørrinum av, at løgreglan almannakunngjørdi burturblívingina í byrjanini av januar, segði løgreglan, at tey ikki høvdu nakra sonevnda bil-observatión at knýta til burturblívingina. Hóast fleiri enn 1400 fráboðanir frá fólki, hevur løgreglan enn ikki eftirlýst nøkrum bili í samband við eina møguliga burturflyting.
Hvat heldur løgreglan um, at ein kvinna bara blívur burtur mitt í einum grannalag – uttan, at nakar leggur tað til merkis?
- Sjálvandi hugsa vit nógv um tað. Men, vit kunnu ikki gera nakrar viðmerkingar til hesar tankar, og hvat hesir taknar kunnu viðføra. Vit arbeiða við øllum slíkum spurningum, og vit spyrja í grannalagnum og heinta digitalar upplýsingar.
Rannsóknarleiðarin, Tommy Brøske, sigur, at løgreglan dugir ikki gand, men tey arbeiða málrættað í royndini at finna fram til svarini til teir spurningar, sum miðlarnir seta. Longu 1. november í fjør – dagin eftir burturblívingina – legði løgreglan hald á nógvar vakmyndaupptøkur, bæði har maður hennara arbeiðir og hjá vegamyndugleikunum.
Soleiðis hevur løgreglan, sambært innliti, sum norska blaðið VG hevur fingið, lagt hald á vakmyndir hjá vegamyndugleikunum, sum snúgva seg um tíðina frá klokkan 04.00 hin 31. oktober til og við hin 31. oktober klokkan 15.
Løgreglan hevur soleiðis lagt hald á vakmyndir á høvuðsvegunum til og frá heiminum í Lørenskog tann dagin, tá Anne-Elisabeth Hagen bleiv burtur og eingin hvørki hevur sæð ella hoyrt nakað til hana alla hesa tíð síðan.
Innlit, sum VG hevur fingið, vísir eisini, at løgreglan hevur verið í muntligum samskifti við vegaumsitingina - eisini um dagarnar uppundir hin 31. oktober, eins og løgreglan hevur biðið um vakmyndatilfar frá tíðini november/ desember 2018.
Men, norska blaðið veit ikki, hví løgreglan hevur biðið um vakmyndatilfar - eisini ein heilan mánaða eftir, at konan hjá miljarderinum, Tom Hagen, bleiv burtur.