Í franska býnum Marseille eru 30 løgreglumenn rendir til hús, tí teir eru undir illgruna fyri at hava verið uppi í einum brotsmannakervi. 12 vórðu sendir heim seinasta fríggjadag, og í gjár fingu 18 afturat somu boð. Sjey eru í varðhaldi.
Ákæruvaldið hevur illgruna um, at løgreglumenninir hava gjørt seg sekar í korrupsjón og rúsevnahandli.
Teir 30 løgreglumenninir arbeiddu í einari serligari deild, hvørs uppgáva er at avdúka brotsmannakervi í Marseille. Í deildini eru 70 løgreglufólk, so tað er næstan helmingurin av deildini, sum nú er koyrd til hús. Eygleiðarar siga, at málið kann enda sum ein tann størsta korrupsjónsgølan í fronsku løgregluni nakrantíð.