Heri Eysturlíð
Stockholm, Flaggdagin 2001
Í farnu viku fekk Johan "Hot" Mortensen av at vita frá einum av teim sosialdemokratisku stivlaknektunum, tí at hann hevði loyvt sær at víst á nakrar av teim gomlu mentannarmonnunum í Føroya Javnaðarflokki, borið teir saman við teir núverandi javnaðarpolitikararnar og skírt onkran teirra hálvbarbar.
Grovur og groteskur pástandur? Jú, sanniliga. Men tað mest tragiska av øllum hesum er ikki pástandurin í sær sjálvum - sum í grundini ikki er ein pástandur, men ein staðfesting. Tíverri hevði Johan Mortensen 100 % rætt. Tað prógvaði sjálvur javnaðarhøvdingin so væl og virðiliga, tá ið hann í eini kjaksending í Sjónvarpi Føroya herfyri samanbar semjuna í samgonguni tann 9. Mars við ta tiltiknu Krystallnáttina.
Henda sjúkliga samanbering sigur ikki serliga nógv um samgonguna, men hon sigur tess meir um Jóannes Eidesgaard. Hetta er eitt studii í sálarfrøði. Úttalilsið er fullkomiliga burtur úr vón og viti og sigur ikki bara nakað um muruna í manninum, men eisini um hansara politisku, søguligu og almennu vitan, um hansara dømikraft, uppdragilsi og um hvørjum moralskum, etiskum og mentunnarligum støði hann er á.
Hetta vitleysa úttalilsið sigur ikki lítið um Eidesgaardsa politiska format, um andstendigheit og fólkaskikk. Hetta er eitt skelkandi dømi um politiskt dugnaloysi og armóð, og við hesum fer Jóannes Eidesgaard helst í søguna sum tann føroyski politikari, ið gav retoriskari ómegd eitt andlit.
Og hetta samstundis sum javnaðarfólk øsa seg almikið um hatur hjá øðrum! Skulu vit flenna ella gráta?
Søguloysi ella býttiskapur
Væl kann tað politiska kjakið í Føroyum mangan liggja á heilt ófatiliga lágum støði, og við hetta lag munnu flestu føroyingar hava fingið harða húð í so máta. Men skræðugákar og tómar tunnur valdast, og hesaferð mátti eg kortini ringja heim at fáa hesi ódámligu tíðindir váttaði ella avsannaði. Tí mangar eru slatrisøgurnar, og eg hugsaði at so groteskt primitivur og óciviliseraður kann væl eingin politikari vera! Ikki ein fólkatingsmaður, eitt løgmansevni? Ein feril av andstendigheit er væl onkunstaðni?
Men tíverri. Syrgiliga bóru tey boðini fram?
Nú ber Jóannes Eidesgaard ikki júst orð fyri at vera nakað politiskt reystmenni, og eingi uttan tey heilt ortodoxu javnaðarfólkini munnu vænta sær retoriskar perlur av hansara munni. Men álvaratos! Hvat ríðir manninum, og hvat hugsar hann fyri sær? Er eingin sum helst skomm skapt í honum? Eitt er at vera politiskt ósamdur, eitt annað er at bera seg at sum ein politiskur barbarur.
Tað man vera øðrum enn mær ein gáta, hvat ið fær ein floksformann og fólkatingsmann anno 2001 at siga nakað so vamlisligt sum hatta fyri opnari mikrofon. Undirlutakenslurnar mugu vera øgiligar. Er hetta tekin um býttiskap, fullkomiligt søguloysi, analfabetismu, ella er okkurt annað galið?
Ja, tíverri má eg vera so frekur at spyrja, um maðurin er idiot! At kalla hann óuppdrignan hevði verið at skammróst honum.
Væl er tað gomul sosialdemokratisk siðvenja, og ikki bara í Føroyum, at skíra øðrvísi hugsandi fyri fascistar og mangt slíkt. Men av øllum primitivum, svínskum orðaskvaldri bera hasi seinastu úttalilsini hjá Eidesgaard prísin. Javnaðarhøvdingin fær sjálvt Dagblaðið at minna um Mína Jólabók, og hann setir kjaftaslitið av teim sosialdemokratisku undirhundunum í eitt heilt nýtt ljós. Við slíkari fyrimynd er lítið annað at vænta.
Sópa fyri egnum durum
So kunnu vit altíð illgita, hvørt Jóannes Eidesgaard sigur hatta burtur úr egnum brósti, ella um hann hevur sufflør. Hasin ófantaligi málburðurin er okkum ikki heilt ókendur. Men politiskur sprellimaður ella ikki, so er ilt at skilja hvussu eitt slíkt vittíggi kann umboða so stóran part av Føroya fólki og haraftrat sita í Fólkatinginum. At eitt slíkt skal bjóða seg fram til løgmann, er heldur ikki serliga hugaligt.
Ikki er minni óhugnaligt, at sovorðin søguloysingur eisini er professionellur barnauppalari. Hvussu í víðu verð kann slíkur mað-ur læra tað uppvaksandi ættarliðið munin ímillum rætt og skeivt, moral og etikk, mentan og hvørt av sínum? Hetta mátti fingið mong foreldur á Tvøroyri at ligið í andvekri.
Summir javnaðarpolitikarar eru so óførir at vísa øðrum á orðabøkur. Alt gott um tað, men hví ikki sópa fyri egnum durum og læra sín egna floksformann tað mest elementera úr heimssøguni? Ella givið honum grundskeið í vanligum fólkaskikki?
Í tí sambandi kundi formaðurin eisini tikið í oyruni á teim gomlu moskvakommunistunum í flokkinum og tráspurt teir, hvørja støðu teir nú hava til demokrati og parlamentarismu. Okkurt bendir á, at formaðurin sjálvur blandar nøkur ting saman, og kanska hevur onkur av teim kommunistisku undirhundunum lýtt honum orðini um Krystallnáttina í oyrað, hvør veit? Hatta ljóðar jú sum klassiskur kommunistaretorikkur og kann geva føroyingum eina hóming av hvat teir hava at vænta sær, skuldi Edesgaard og hansara skutilsveinar komið til ræðið.
Etikkurin í SvF?
Kenni Øssur Winthereig eitt sindur frá okkara arbeiði við Føringinum á sinni, og hann virkaði fyri mær sum ein seriøsur journalistur, ið gekk høgt upp í fjølmiðlaetikk. Eitt nú dámdi honum als ikki ta serføroysku siðvenjuna at misbrúka bløðini til "ruskspann", runublak og persónsútspillingar. Men hvørja støðu hevur hann til etikkin í Sjónvarpi Føroya? Tiltikið er at stagnera fakliga tá ið tú flytir aftur til Føroyar, og antin er Øssur Winthereig steinsovnaður, hevur givið skarvin fullkomiliga yvir, ella eisini hevur Jóannes Eidesgaard fingið okkurt slag av framíhjárætti og undantaksloyvi í SvF.
Í einum Sosiali í fjør gramdi javnaðarformaðurin seg m. a. um, at "tað gongur ikki dagur frá Guði, uttan at Jóannes Eidesgaard fær onkra skarnbyttu oman yvir seg". Hevði ynskt, at bæði dagarnir og skarnbytturnar vóru munandi fleiri í tali. Yvirhøvur undrar tað meg stórliga, at føroyskir fjølmiðlar ikki hava sett Jóannesi Eidesgaard knívin á barkan í hesum sambandi, og at meira rumbul ikki hevur verið í. Hvar aðrastaðni í verðini hevði ein floksformaður sloppið væl frá so groteskum úttalilsi, uttan møguliga á Cuba og í Norðurkorea? Hugsið tykkum til, um hetta hevði hent t. d. í Danmark! Hvat er tað fyri pressa, ið tit hava harheima?
Tískil er ikki at vænta, at Eidesgaard missir tingsessin (sum Albert Isfeldt so skilagott mælir til í Sosialinum 19. Apríl). Í einum landi, har neyðtøkumenn kunnu gerast politiskir martyrar, skal helst meira til at koyra løgtingsmenn úr sessinum enn grov úttalilsir.
Hinvegin ivist eg ikki í, at mong hampafólk eru í Javnaðarflokkinum. Væl eru tey von við buldrutar floksformenn. Men er nøkur sum helst skomm skapt í teimum, og eru tey ikki kemiskt reinsaði fyri sjálvkritikk og árræði, skifta tey Eidesgaard út í stundini og velja sær eitt meira siðiligt og mentað umboð. Lítið gott er í at velja, men við hetta lag er væl ein og hvør broyting ein broyting til tað betra. Við hasum formanninum er flokkurin ikki førur fyri at fara í Landsstýrið og so slettis ikki at umboða Føroyar úteftir.
Apotekini í Føroyum kundu eisini prentað úttalilsið hjá Jóannesi Eidesgaard á smáar lepar og selt teir sum spýggimiðil.
Munur á lorti og pannikakum
Hetta gevur mær eisini ábendingar um, hví Jóannes Eidesgaard, Atli Dam og adrir javnaðarmenn eru so sansaleyst í øðini inn á Høgna Hoydal. Nú gongur sjón fyri søgn: teir røkka jú ikki Høgna til øklarnar, hvørki sum politikarar, retorikarar ella mentamenn. Her er snøgt sagt munur á lorti og pannikakum, og tí tí ljósinum vísa teir seg sum teir verbalu og politisku gatudreingir, sum teir í veruleikanum eru. Er tað tann ómegdin, ið nívir?
Tí uttan mun um vit eru politiskt ósamd við sitandi landsstýri, og uttan mun til hvat andstøðan pástendur, so hevur hetta landsstýrið bøtt munandi um umdømið hjá føroyingum burturi og heima, givið okkum sjálvsvirðingina aftur og fingið okkum at bera høvdið høgt. Mangan kunnu danskir fjølmiðlar vera á gosi, men nú viðgera teir so av illum tað ið landsstýrið sigur, og ikki sum fyrr, rukkutúrarnar. Hetta er hóast alt eitt stórt framstig.
Skuldi eitt sum Eidesgaard nakrantíð gjørst løgmaður, hevði tað skatt okkara umdømi í ólukkumáta. So verður aftur pínligt at vera føroyingur. Tá ið politikarar fara uttanlands í dag, er ikki nóg mikið at teir duga at eta við knívi og gafli. Teir eisini duga at málbera seg sum fólk. Millum annað!
Sum svenskarar taka til: "Det är skillnad på talare och neandertalare".