Tá landsstýrið minkar blokkin, er tað fjøldin ið missir, meðan tey fáu fáa stóra vinningin úr oljuríkidøminum hjá øllum føroyingum.
Sett er á nýggja árið og landsstýrið hevur minkað frumintøkur Føroya við 400 mió. kr um árið ? hvørt ár. Blokkstuðulin fer sum kunnugt stórt sæð allur til lønir innan heilsuverkið, útbúgvingarverkið og almannaverkið. Blokkurin er sostatt til fyrimunar fyri alt tað føroyska fólkið og ikki bert fyri tey fáu. Teir serkønu siga, at tann sonevnda multiplikatoreffektin av hesum er 2,5. Tað vil siga, at búskaparligi missurin fyri føroyingar er ikki einans 400 mió. kr., men ein heil milliard.
Í Útvarpinum herfyri segði formaðurin fyri Landsfelag pensionistanna, at hevði landsstýrið bert bíða í eitt ár við at skorið blokkin niður, høvdu teir verið førir fyri at bygt eina røð av ellis- og avlamisheimum runt landið. Hetta er so satt sum tað er sagt.
Oljan átti at komið øllum føroyingum til góðar
Nógv eru tey sum vóna, at olja finst í nóg stórum nøgdum, til at vinna naka aftur av sjálvgjørda tapinum hjá landstýrinum, og tey flestu vóna eisini, at oljan kann koma øllum føroyingum til góðar.
Mær untist sum løgmaður at umsita oljumál alt landsstýriskeiði frá 1994 til 1998. Tað var tá, at stóra oljufyrireikingin fór fram og var í hæddini. Sjálvur var eg ongantíð í iva um, at allir føroyingar skuldu fáa lut í tí vinninginum, sum kom burtur úr oljuni. Skuldi hetta eydnast, var neyðugt at tryggja hetta longu frá byrjan av í loyvistreytunum til oljufeløgini. Tað var fyri mær ein sjálvfylgja, at eigarin av grundstykkinum skuldi seta treytirnar. Eigarin er alt føroya fólk.
Alment borið oljufelag
Eins og norðmenn gjørdu, skuldu vit tryggja okkum, at eitt alment oljufelag skuldi hava rætt, ella optión, til at verða »borið« av teimum oljufeløgum, sum fingu loyvi at taka okkara olju upp. Landsstýrið kundi tá, um olja var funnin, seinni gjørt av um allmenna felagið sjálvt gjørdi nýtslu av optiónini, ella seldi rættin til aðrar at nýta.
Norska fólkið selur Statoil fyri ótal av milliardum. Allar hesar milliardirnar koma øllum tí norska fólkinum tilgóðar, og ikki bert nøkrum fáum.
Alt var fyrireika
Ì fyrireikingunum var hetta tikið við og lá púra klárt at seta í verk. Sjálvur setti eg serliga nevnd at fyrireika allment oljufelag. Nevndin hevði gjørt eitt útførligt og drúgt útgreiningararbeiði á hesum øki. Arbeiði var liðugt og álit var skrivað, sum í smálutum lýsti, hvussu hetta á besta hátt kundi gerast.
Sitandi landstýrissamgonga feldi uppskotið
Verandi landstýri vildi ikki hava eitt alment oljufelag ella optión til alt tað føroyska fólkið.
Hetta bleiv slettis ikki tikið við í treytirnar til oljufeløgini. Aftaná at hava barst fyri okkara sjónarmiðum í løgtingsnevndum uttan úrslit, legði Sambandsflokkurin sítt egna uppskot fyri føroya løgting, men hetta var felt av sitandi samgongu.
Landstýrið og teir privatu
Landstýrið valdi ístaðin at lata tey privatu feløgini fáa frítt spæl. Oljufeløgini, sum bera tey fáu, fingu tey bestu oljuøkini. Úrslitið verður, at komandi oljuvinningurin verður býttur millum nakrar fáar føroyingar sum høvdu nóg mikið frammanundan, meðan meginparturin av føroya fólki hyggur at. Stórtíðindi í FREGNUM seinast prógva, hvussu eitt lítið oljufelag fær virði á trimum miljónum til hálva milliard.
Tey fáu fáa meginpartin, meðan fókið fær restina
Jú blokkurin uppá meira enn eina milliard, svarandi til búðskaparligan fyrimun uppá minst tríggjar milliardir verður tveittur burtur. Alt føroya fólk, missur henda fyrimun. Eydnast tað at fáa endurvunnið henda missin frá komandi oljuríkidømi, koma tey fáu at fáa tann stóra fyrimunin, meðan føroya fólk fær restina, um/tá restin eina ferð kemur til sættis.
Flestu dømir um smá lond, sum hava loyst frá størri londum, vísa eina óhugnaliga skeiva gongd í býtinum av samfelagsinntøku og ognum. Tá finna vinstrahallir sosialistar og høgravendir kapitalistar saman. Tey fáu dusa sær, meðan fólkið oftast situr eftir við sviðið so. Verður hetta eisini gongdin hjá okkum?