Løgtingið: Stórur meirluti fyri at endavenda rúsdrekkalógina

Nú skal øll rúsdrekkalógin endavendast.

Hetta er tað stór semja um á Føroya Løgtingi. Tað er eisini greitt, at ongin flokkur tekur undir við ætlanini hjá Miðflokkinum at broyta lógina so at Rúsan ikki longur skal sleppa at halda til í eini handilsmiðstøð.

Tað hevði Miðflokkurin annars lagt uppskot fyri Løgtingið um í kjalarvørrinum á, at ætlanin var at lata Rúsu upp SMS og nú í samband Rúsan er í Miðlon.

Vinnunevndin heldur, at tað átti ikki at komið fyri, at Rúsdrekkasøla Landsins skal verða noydd at selja meira fyri at kunna lúka eitt avlopskrav, sum Løgtingið hevur ásett.

- Harafturat kann eitt yvirskot í veruleikanum metast sum ein skattur, og til tað krevst ein lógarheimild, sum ikki er til.

Annars staðfestir Vinnunevndin, at tá ið vit fingu Rúsuna í 1992, varð ætlanin, at hon skuldi eftirmetast og kanska dagførast, tá ið fimm ár vóru liðin, men hetta arbeiðið er ongantíð gjørt.

Vinnunevndin heldur avgjørt, at tað er viðkomandi at umrøða, um Rúsan eigur at liggja í eini sølumiðstøð.

Men tá ið Løgtingið umrøddi málið, kom tó fram, at Miðflokkurin helt tað vera nokk, at inngongdin til Rúsuna verður flutt, so hon ikki er sama stað sum ein inngongd til eina sølumiðstøð.

Men vinnunevndin heldur ikki, at hetta ger nakran mun og tí er nevndin samd um at vísa uppskotinum aftur.

Í staðin fyri mælir nevndin til at fáa rúsdrekkalógin verður eftirmett, soleiðis sum upprunaliga ætlað og at avlopskravið verður strikað.

Í Vinnunevndini eru allir flokkar, uttan Miðflokkurin.