Tyrluflúgving
Løgtingið var ikki nøgt við viðgerðina, tyrlumálið hevur fingið. Tá álitið frá Vinnunevndini var fyri í Løgtinginum í gjár, varð tað beint aftur í Vinnunevndina til nýggja viðgerð, tí tingmenn hildu, at málið var ov ógreitt.
Og heldur ikki allir partar innan føroyska flúgving halda málið vera nóg væl frágingið.
Uni Danielsen á Flogfelag Føroya, er ein teirra, sum hevur áhugamál innan tyrluflúgving. Hann hevur samband við stóra skotska tyrlufelagið Scotia, sum veitir somu tænastur, sum nýggja tyrlan ætlandi skal røkja.
Uni Danielsen sigur, at hann heldur okkurt vera farið fullkomiliga av lagi, tá ein landsstýrismaður úr Fólkaflokkinum læsir seg fastan í, at eitt alment felag partú skal røkja flúgvingina, meðan javnaðarmenn vilja hava tæanastuna bodna út.
Og hann dugir ikki at síggja nakað haldgott í argumentunum hjá lansstýrismanninum, tá hesin bara heldur uppá, at tænastan skal vera føroysk.
Í fyrsta lagi veit eingin, hvat flúgvingin í veruleikanum kundi fingist fyri, tí eingin er sloppin at geva nakað tilboð.
Uni Danielsen var sum umboð fyri Scotia á fundi við Vinnunevndina, har nevndin spurdi, um felagið kundi koma við eini meting av møguligum kostnaði. Tað metti hann, at Scotia kundi. Men fekk tó seinni at vita, at tað var ikki neyðugt, tí Vinnunevndin hevur ikki heimild at innheinta tilboð, og avgjørt var kortini, at Atlantsflog skuldi røkja tænastuna.
Við Sosialin leygardagin segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at tað er vanligt, at slíkar tænastur sum, hendan, talan er um, verða røktar av feløgum úr viðkomandi landi.
Til tað sigur Uni Danielsen, at tá talan er um leiting og bjarging, er tað vanliga ein hernaðarlig uppgáva. Til dømis í Danmark er tað sjóverjan, sum hevur hesar.
Men fara vit til Írlands, er tað júst Scotia, sum hevur fingið hesa tænastu í fríari kapping. Felagið hevur gjørt ein fimm ára sáttmála, har tríggjar tyrlur røkja LOB tænastuna, meðan tann fjórða alla tíðina er til reiðar at taka til.
Uni Danielsen metir, at eitt nú Scotia kundi veitt føroyingum eina tryggari tænastu, enn ein einsamøll tyrla, sum bert tekur níggju fólk. Og enn veit eingin, um hon kanska eisini kundi verið betri, enn loysnin, sum landsstýrismaðurin hevur valt.