Nú er tað vísindaliga prógvað, at løgtingslimir happaðu samkynd undir viðgerðini av málinum um at víðka tí sonevndu antidiskriminatiónsparagrafina til eisini at fevna um kynsligan samleika, skrivar Dimmalætting í gjár.
Tað er Elin Mortensen, ið júst hevur lokið prógv innan statsvísind við Universitetið í Lund í Svøríki, ið er komin til lítið tespiligu niðurstøðuna um føroysku løgtingsmennirnar.
Í høvuðsritgerð sínari hevur Elin Mortensen greina kjakið í tinginum, og niðurstøðan er at nógv av úttalilsunum hjá teimum, ið vóru ímóti uppskotinum, vóru niðrandi og at meta sum happing av tí slagnum, ið uppskotið skuldi verja ímóti.
Eitt av sjónarmiðunum hjá teimum, sum vóru ímóti uppskotinum var, at tað heila tikið ikki er loyvi at diskriminera í Føroyum og tað umfatar eisini samkynd, uttan at tey verða serliga vard í lógini. Men sambært greiningini hjá Elin Mortensen, so er orðavalið hjá sama vongi, so negativt og niðrandi, at tað í ein ávísan mun júst prógvar, at samkynd hava tørv á serligari verju móti diskriminasjón í Føroyum. skrivar Dimmalætting m.a. í greinini.
theses.lub.lu.se/archive/2006/01/23/1138040798-1272-850/Duppsats_ElinMortensen.doc.pdf