Tað gekk hart fyri seg í Løgtinginum, tá ið Løgtingið fyri tveimum vikum síðani endaliga samtykti at skerja fiskidagarnar.
Málið varð mett at verða so mikið álvarligt, at tað var ikki hildið at vinnunevndin hjá løgtinginum var búgvin at viðgera tað, soleiðis sum tað altíð hevur verið vanligt.
Tí varð málið lagt í eina serliga nevnd, soleiðis, sum greitt er frá í aðrari grein her á Portalinum.
Men nú vísir tað seg kortini, at tað eru so nógvir feilir í uppskotinum, sum Løgtingið hevur samtykt, at í morgum mátti Johan Dahl leggja uppskot fyri Løgtingið um at rætta hesar skeivleikarnar.
Ein feilur er, at dagatalið hjá bólki 3 varð ásett til 2.657 fiskidagar, men tað rætta talið skal vera 2.567 fiskidagar, ella 90 dagar færri.
Í hesum fiskiárinum hevði hesin bólkurin 2.852 fiskidagar. Samtykt varð, at teir skuldu fækka 10% og tað eru 2.567 dagar.
Eisini aðrir feilir vóru í uppskotinum.
Løgtingið hevur samtykt at gera skjótt av í hesum máli og at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Tí kemur uppskotið til viðgerðar longu nú seinnapartin, hóast tað ikki varð lagt fram fyrrenn í morgun.
Savnsmynd.