Líkasælan eyðkennir ES-valið

Evropa Parlamentið fær størri og størri heimildir, men kortini økist líkasælan og mistrúgvin á Evropa Samveldið. Um vikuskiftið er val til parlamentið, og eftir øllum at døma fer bert helmingurin av evropearum á val

Um vikuskiftið stendur valið til Evropa Parlamentið fyri durum. Um 350 mió. evropearar hava møguleikan at fara á val at velja tey í alt 732 umboðini í Evropa Parlamentinum. Borgarar í ES-limalondunum hava síðan 1979 verið á vali til Evropa Parlamentið.
Nógv vatn er runnið í ánni síðan 1979, og Evropa Samveldið hevur staðið fyri eini rívandi menning gjøgnum áttati- og nítiárini. Við Maastricht-sáttmálanum frá 1992 og Amsterdam- sáttmálanum frá 1997 avráddu ES-limalondini at lata týðandi partar av nationala sjálvræðinum til Evropa Samveldið.
Økta samstarvið millum limalondini í ES seinastu 20 árini hevur eisini økt munandi um ávirkanin hjá Evropa Parlamentinum. Í dag verður mett, at Evropa Parlamentið hevur ein týðandi leiklut á einum 40 økjum, og verður ES-grundlógin samtykt, fær Parlamentið enn størri heimildir.
Hóast ávirkanin hjá Evropa Parlamentinum er økt alsamt, tykist áhugin fyri parlamentsvalinum at dala. Henda andsøgn hevur higartil verið eitt av høvuðsmálunum í valdystinum til Evropa Parlamentið um vikuskiftið. Líkasælan og mistrúgv á ES eyðkennir veljaraskaran.

Big Brother betri umtøkt
Millum økini, sum Evropa Parlamentið hevur stóra ávirkan á, eru umhvørvið, ferðsla og heilsa. Verður ES-grundlógin samtykt, fer Parlamentið eisini at fáa stóra ávirkan á fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkin hjá limalondunum í ES. Evropa Parlamentið var fyrr í størri mun ein ráðgevandi felagsskapur, meðan flestu lóggevandi heimildirnar í ES hava ligið í ES-ráðharraráðnum. Men gongdin er nú, at Parlamentið fær størri og størri lóggevandi heimildir.
Á fleiri økjum vísir tað seg, at Evropa Parlamentið hevur størri vald enn einstøku ráðharrarnir í stjórnartingunum í ES-limalondunum. Ein kanning vísir, at farna tingskeið vóru 400 mál, har Parlamentið hevði størri ávirkan á málsviðgerðina enn ráðharrin.
Hóast rákið er, at Evropa Parlamentið fær størri og størri vald, økist líkasælan hjá veljaranum. Á seinasta parlamentsvalið í 1999 komu onglendingar í ta margháttligu støðu, at væl umtókta reality-sendingin Big Brother var betri umtøkt í Onglandi enn parlamentsvalið. Við øðrum orðum valdu fleiri onglendingar at atkvøða í enska útgávuni av Big Brother enn at fara á val til Evropa Parlamentið. Nógvir serfrøðingar standa spyrjandi um hesa líkasælu, tí økið sum umhvørvið, ferðsla og heilsa rakar allar borgarar, og tí átti áhugin fyri valinum at verið størri.
Bæði í Danmark og fleiri av hinum ES-limalondunum vænta serfrøðingar ikki, at vallluttøkan verður hægri enn 50%. Hjá teimum 10 nýggju limalondunum verður talan um fyrsta valið í ES-høpi, men kortini ræður sama líkasæla í hesum londunum eystanfyri.

Fleiri orsøkir
Fleiri orsøkir eru til øktu líkasæluna og mistrúnna til Evropa Samveldið og Evropa Parlamentið. Evropearar fýlast á, at Evropa Samveldið er ein ov torskildur felagsskapur, og teir hava ilt við at fata, hvørji økið Parlamentið ítøkiliga kann ávirka. Eisini verður funnist at, at tað er ov torført at skilja, hvussu tær ymisku avgerðirnar verða tiknar í ES.
Valserfrøðingar vilja eisini vera við, at valevnini hjá teimum ymisku flokkunum eru ikki nóg áhugaverd. Antin eru valevnini pensióneraðir politikkarar ella politikkar við ongum sum helst royndum. Í Danmark eru fleiri dømið um valevni til Evropa Parlamentið, ið hava drúgvar royndir úr Fólkatinginum.
Eftir Tamil-málið royndi Poul Schluter seg í Evropa Parlamentinum , og til valið um vikuskiftið roynir ein annar fyrrverandi forsætisráðharri seg. Poul Nyrup Rasmussen er millum valevnini hjá Danska Javnaðarflokkinum til valið um vikuskiftið.
Feskastu meiningarkanningarnar siga, at í fleiri av ES-londunum fara flokkarnir, ið finnast at ES, at fáa stóra framgongd. Serfrøðingar vænta, at serliga í Kekkia, Onglandi og Póllandi fara hesir flokkar at ganga nógv fram.
Í teimum størru ES-londunum, Onglandi, Týsklandi, Fraklandi og Italia, vænta serfrøðingar, at veljararnir, ið fara á val, fara at nýta Parlamentsvalið til at vísa sína ónøgd við sitandi stjórnir.

Býtið í parlamentinum
Valið til Evropa Parlamentið um vikuskiftið verður hitt sætta í røðini síðani 1979. Á fimta hvørjum ári hava ES-borgarar møguleika at gera sína ávirkan galdandi í ES-høpi. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv umboð hvørt ES-limalandið velur. Danir hava í mong ár valt 16 umboð, meðan teir hesa ferð skulu velja 14. Størru londini í ES hava fleiri umboð. Týskland hevur 99 umboð í Evropa Parlamentinum, meðan Ongland og Italia hava í fleiri ár hava havt hvør síni 87.
Víðkanin við ES-londunum eystanfyri hevur við sær, at býtið í Parlamentinum verður øðrvísi, tí 10 nýggj limalond eisini skulu hava umboð í Parlamentinum. Samlaða talið í Parlamentinum minkar úr 786 til 732 umboð.

Í bólkum
Eitt av aðalmálunum í ES hevur altíð verið, at limalondini skulu leggja nógv fyri at samstarva tvørtur um landamørk. Hetta aðalmál sæst eisini aftur í Evropa Parlamentinum. Tað er ikki so, at donsku ella týsku umboðini sita fyri seg, men heldur hinvegin, at umboðini sita í politiskum bólkum, ið ikki eru merktir av tjóðskapi. Hetta merkir, at øll umboðini, sum eitt nú umboða Javnaðarflokkar í Evropa, sita saman, eins Kristiligu flokkarnir sita saman o.s.fr.
Politisku bólkarnar eru, umframt leysgangarar, sjey í tali. Mett verður, at einir 100 flokkar úr øllum Evropa eru umboðaðir í teimum ymisku bólkunum í Evropa Parlamentinum.
Keldur: www. information.dk, www. tv2.dk og www.eu.com


Faktabox 1) Limir í Evropa Parlamentinum:

Galdandi frá 1999-2004.
Nýtt býtið eftir valið um vikuskiftið

Belgia 25
Kekkia 24
Danmark 16
Týskland 99
Estland 6
Grikkaland 25
Spania 64
Frakland 86
Írland 15
Italia 87
Kypern 6
Lettland 9
Litava 13
Luksemburg 6
Ungarn 24
Malta 4
Holland 31
Eysturríki 21
Pólland 54
Portugal
Slovenia 7
Slovakia 14
Finnland 16
Svøríki 22
Ongland 87

Í alt 786 umboð



Faktabox 2) Donsku umboðini 1999-2004
Jens Peter Bonde
Ole Krarup
Mogens Camre
Freddy Blak
Niels Busk
Ole Andreasen
Bent Hindrup Andersen
Lone Dybkjær
Pernille Frahm
Anne Elisabet Jensen
Torben Lund
Karin Riis Jørgensen
Christian Foldberg Rovsing
Ulla Margrethe Sandbæk
Ole B. Sørensen
Helle Thorning-Schmidt


Faktabox 3) Politisku bólkarnir í Evropa Parlamentinum
PPE-DE
Bólkurin fyri Tann Evropeiska Fólkaflokkin og Evropeisku Demokratarnar

PSE
Bólkurin hjá teimum Evropeisku Sosialistunum

ELDR
Bólkurin fyri teimum Liberalu í Evropa og Demokratiska flokkinum

Verts/ALE
Bólkurin hjá Teimum Grønu/Fría samgongan í Evropa

GUE/NGL
Tann Evropeiski Vinstravongurin og teimum Venstregrønu í Norðanlondunum

UEN
Bólkurin fyri Tjóðarrinnar Evropa

EDD
Bólkurin fyri Demokratii og einum fjøltáttaðum Evropa

NI
Leysagangarar

Formaður í ES-Parlamentinum: Pat Cox