Eydnast tað ikki donsku stjórnini at fáa Fólkatingið at samtykkja ein búskaparligan nýskipanarpakka fyri summarfrítíðina, verður val útskrivað. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráharri, sigur við Jyllands-Postin í dag, at stjórnin fer at leggja sínar búskaparætlanir fyri tey næstu 10 árini fram í tí sokallaða ?Nýskipanarpakkanum 2020? týsdagin. Í pakkanum er millum annað uppskotið um at broyta eftirlønarskipanina, og forsætisráðharrin ger greitt, at hesin parturin skal við í tann endaliga pakkan.
-Tað er heilt avgerandi, at ?Nýskipanarpakkin 2020? verður samtyktur. Hetta er ein royndarstund hjá Fólkatinginum, og tað er nú, at tær ábyrgdarfullu politisku kreftirnar skulu standa sína roynd, sigur hann við Jyllands-Postin.
Spurdur, um tað er ein sokallaður kabinetspurningur fyri stjórnina, at nýskipanarpakkin verður samtyktur, svarar Lars Løkke Rasmussen:
-Ja, hetta skal avgreiðast fyri summarfrítíðina.