Í sambandi við summarbólkafundin hjá Vinstra helt forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, tíðindafund úti í fríu náttúruni uppi við Hotel Føroyar. Hetta er aðru ferð, at Vinstri flokkurin heldur summarbólkafund í Føroyum. Meðan Uffe Elleman Jensen var floksformaður í Vinstra, hildu teir summarbólkafund í Føroyum í 1992.
Stóra temaið hesaferð eru trý K, kreppa, kommunuval og klima. Á tíðindafundinum boðaði Lars Løkke Rasmussen frá, at stjórnin kemur við einum hjálparpakka til vinnulívið á fimm milliardir. Hesin peningur skal syrgja fyri, at danskar fyritøkur eru fíggjarliga førar fyri at útflyta teir ordrar, tær fáa.
Forsætismálaráðharrin umrøddi eisini kommunuvalið í heyst, sjálvt um tað neyvan hevur tann stóra áhugan millum føroyingar.
Lars Løkke Rasmussen umrøddi eisini stóra klimatoppfundin, sum verður í Keypmannahavn í desember, og sum fer at fylla ógvuliga nógv hjá forsætismáaráðharranum.
Talan verður um størsta tiltak, sum skipað er fyri á danskari grund, og kalendarin hjá mær í heyst er ógvuliga fullur í sambandi við fyrireikingarnar, ið eisini umfata eina stóra ferðaskrá, segði Lars Løkke Rasmussen.
Stórur áhugi var millum fjølmiðlar fyri tíðindafundinum, og umframt Kringvarpið og Miðlahúsið vóru bæði DR og TV2 og einir 6-8 skrivandi blaðfólk til staðar.