Løkke - Thorning 1-1

Fyri fyrstu ferð hittust Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og sosialdemokratiski andstøðuleiðarin, Helle Thorning Schmidt, í einum beinleiðis sjónvarpsdysti í gjárkvøldið.

Undan sendingini søgdu fleiri viðmerkjarar, at dysturin kundi blíva avgerandi fyri, hvør av teimum báðum verður forsætisráðharri aftan á valið næsta ár.

Í dag siga summir eygleiðarar, at Lars Løkke Rasmussen vann ein tepran sigur, aðrir geva Helle Thorning Schmidt ein líka tepran sigur, og onkur sigur, at bæði stóðu seg líka væl.

Tann royndi politikarin og viðmerkjarin Hans Engell heldur harafturímóti, at Helle Thorning Schmidt var tann greiði vinnarin.