Lýkur nú øll trygdarkrøv

Um somu tíð sum føroyskir myndugleikar renna kapp við tíðina fyri at fáa eina tílbúgving klára til fyrsta boringin byrjar á landgrunninum, fyrireikar privata vinnan seg eisini til hesa leiting, og eisini hon hevur fyri neyðini at hava síni viðurskifti í lagi, eitt nú á trygdarøkinum. Ein av fyritøkunum, sum er púra klár til komandi leiting er reiðaríið Thor í Hósvík. Felagið, sum í løtuni rekur 8 skip, harav tey flestu eru í offshorevinnuni, fekk herfyri endaliga bláa stempulið í sambandi við trygd, nakað, sum hevur alstóran týdning fyri at fáa góðar avtalur.

Herfyri var regionstjórin í Norsk Veritas, Peter Bjerager og økisleiðarin fyri Føroyar Andrass Joensen, í Hósvík og handaðu P/F THOR váttan fyri ISM og ISO 9002. Hetta merkir, at P/F THOR í Hósvík nú er certificerað samsvarandi bæði ISM-Coduni og samsvarandi ISO 9002.

Felagið rekur skip og skipatænastur innan offshorevinnu og hevur hetta

seinasta árið lagt nógva orku í at fáa eina vælvirkandi góðskuskipan uppbygda, soleiðis at fyritøkan er væl fyri til tað komandi leitivirksemið á føroyskum øki.

Felagið fór undir góðskuskipanina við atliti til ISO 9002 góðkenning, men valdi skjótt at fáa arbeiðið umborð lagt tilrættis samsvarandi ISM-Coduni, ið er ein trygdar- og umhvørvisskipan innan skiparakstur, sum part av góðskufyriskipanini. Mett varð at ISM-codan var ein neyðugur partur av eini ISO 9002 goðkenning fyri skip, sum skal røkja tænastur innan offshorevinnu, herundir flutning av fólki.

"International Safety Management (ISM) Code", krevur, at eitt reiðarí og tess skip verða rikin samsvarandi eini góðkendari trygdarskipan. Hendan trygdarskipan skal tryggja, at starvsfólk og manningar hjá reiðaríinum virka samsvarandi fastløgdum trygdar- og umhvorvisverndarfyriskipanum. Tann 1. juli 1998 skuldu øll ferðafólkaskip og tangaskip og teirra reiðaríir

vera ISM-góðkend. Farmaskip størri enn 500 BRT o.o. skulu hava samsvarandi góðkenning innan 1. juli 2002. M/S Tórsvík er undir 500 BRT og er góðkenningin tí ikki eitt lógarkrav.

ISO standardir eru altjóða fyriskipanir, sum eru grundaðar á, at øll arbeiðir verða gjørd eftir einum fastløgdum leisti. ISO 9002 er ein

góðskufyriskipan, sum ásetur, hvussu arbeiðið skal tilrættisleggjast, soleiðis at góðskan gerst jøvn. Skipanin er uppbygd av ymiskum mannagongdum, sum m.a. bera í sær at fyribyrgja og læra av mistøkum. Í Føroyum eru bert einstakar fyritøkur ISO 9000 góðkendar.

ISO góðskugóðkenningar verða ofta nýttar sum prógv fyri, at fyritøka hevur eitt gott arbeiðslag og at dygd er í virkseminum. Hetta er tað, sum felagið THOR ynskir at staðfesta við góðkenningini, soleiðis at felagið eisini í framtíðini kann varðveita nøgdar kundar sigur Gunnbjørn Joensen, annar av stjórunum í felagnum.

Felagið er vorðið ISM og ISO 9002 góðkent av Norsk Veritas og er hetta fyrstu ferð Norsk Veritas hevur veitt bæði ISM og ISO 9002 góðkenning samstundis til eitt felag.

Gunnbjørn Joensen sigur við Sosialin, at manglandi certifisering hevur ligið sum ein forðing, tá man skal bjóða seg fram í kapping við aðrar. Summi feløg eru so konsekvent, at tey siga, at tey feløg, sum ikki hava kvalifiseraða góðskustýring, sleppa ikki við. Her er serliga talan um feløg uttan fyri Noreg.

Smyril Line hevur fingið ISM-góðkenning og Strandferðslan, meðan Thor er tað fyrsta sum hevur báðar góðkenningar.

Gunnbjørn Joensen heldur, at trygdargóðkenningarnar koma at lata upp fyri nógvum møguleikum, her og úti. Síðani teir fingu góðkenningina, hava teir fingið fleiri góðynski.

Annars hava teir hava úr at gera í løtuni. Teir hava siglt við grønlendskum og føroyskum skúlanæmingum umframt at vera uppi í bæði fiskivinnu og oljuvinnu. Í løtuni hava teir 8 skip. Tvey av teimum eru leigað. Tvey eru í fiskivinnuni. Restin hevur offshoreuppgávur.

Teir royna at fáa samband við feløg, sum ætla at vera undan fyrstu leitingini, tey kontakta eisini Thor. Her er talan um feløg, sum arbeiða innan offshore. Eisini verður arbeitt við øðrum tingum.

Gunnbjørn Joensen roknar við, at teir fara at leiga skip, tá leitingin byrjar við Føroyar. Tá verða eisini størri krøv sett.

-Vit hava nakrar royndir og eitt kent navn. At myndugleikarnir so vilja hava at útlendsku fyritøkurnar brúka føroyskar vørur og tænastur, sum eru kappingarførar og liva upp til krøvini, ið eru til slíka vinnu, kann bert vera gott. Vit bjóða okkum fram at vera við sigur Gunnbjørn Joensen.