Læna 1,6 milliard krónur

1,6 milliard krónur. Tað er upphæddin, ið SEV komandi tíðini fer at royna at útvega gjøgnum sølu av lánsbrøvum og bankafígging. Tað upplýsti Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, í formansrøðu síni á aðalfundinum hjá SEV.


- Arbeiðið at fáa til vega fígging til komandi útbyggingar næstu árini gongu sína gongd. Ætlanin er at gera avtalu við fíggjarfyriskiparar, ið ætlandi skulu fáa til vega umleið 1,0 milliard krónur sum ónoterað amerikansk lánsbrøv (US Private Placement). Restin umleið 0,6 milliard krónur, verður ætlandi fingin til vega sum bankafígging.


Á fundinum upplýsti Bogi Bendtsen, deildarstjóri í SEV, at svenski bankin hjá SEV hevur heitt á City Bank of America at finna møguligar keyparar, amerikansk tryggingarfeløg, og selja teimum lánsbrøvini.


- Vit fáa peningin, ið vit hava brúk fyri at fremja komandi útbyggingarnar og reka virksemi, og gera eina avtalu við keypararnar, um at rinda peningin aftur um 15-20 ár.


Upplýst varð, at tað at lánsbrøvini eru ónoterað, merkir at sølan av lánsbrøvunum ikki verður skrásett á keypskálanum, men verður framt sum ein beinleiðis avtala millum keypara og seljara.


Nýggi kapitalurin skal millum annað brúkast til at fíggja útbyggingina av verkinum á Sundi, ið mett verður at kosta 700 milliónir krónur, og innfría verandi skuld, ið er umleið 830 milliónir krónur.