Stóri vøksturin í lønargjaldingunum, sum hevur verið at sæð eina tíð nú, sær út til at halda fram í ár, sigur Hagstovan Fyrstu 5 mánaðirnir eru samlaðu lønargjaldingarnar vaksnar 243 mió. krónur í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein framgond uppá 9,5%. Samlaðu lønargjaldingarnar hetta skeiðið eru 2,8 mia. ímóti 2,6 mia. í fjør.
Bert fiskavirking hevur eina lítla afturgongd uppá 3,5%, svarandi til 5 mió. Hetta verður tó ríkiliga vunnið innaftur av øðrum vinnugreinum, sum allar eru í vøkstri.
Serliga ali- og kryvjivirki eru í stórum vøkstri. Heili 43%, ella 13 mió., eru goldnar meira í lønum í hesi vinnu. Eisini fiskiskapur og byggivinna við ávíkavist 13% og 14% í vøkstri, virka við til stóra samlaða vøksturin.
Stóri vøksturin í lønargjaldingunum er eisini at finna innan tænastu virksemi. Innan privatar tænastuvinnur varð vøksturin 11%, meðan tað innan almenna fyrisiting og tænastur varð ein vøkstur á 7%.