Lønarhækkingin er eitt bakkast fyri fullveldið

? Vit fara longur burtur frá full-veldinum fyri hvørja millión, vit hækka tær almennu útreiðslurnar, m.a. lønirnar. Lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðin verður eini 7% og tað fer at føra til sparingar og uppsagnir. Men tað ringasta er, um sama lønarhækking eisini verður á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm

?Skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um fullveldi, er tað ein treyt, at vit ikki alsamt økja tær almennu útreiðslurnar.

Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini, er ikki fegin um feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið eina lønarhækking uppá eini 7% og at Starvsmannafelagið uttan iva fær tað sama

Bjarni Djurholm sigur, at fer tað at kosta landskassanum einar 90 milliónir.

Men tað hevur landskassin ikki ráð til. Og so slett ikki, nú vandi er fyri at inntøkurnar hjá landskassanum fara at minka, heldur enn at hækka, av tí at fiskaprísirnir vísa seg at falla.

Bjarni Djurholm sigur, at tað er ikki hugsandi, at tað ber til at økja lønarútreiðslurnar hjá tí almenna einar 90 milliónir komandi ár.

Tískil er hann púra samdur við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, og Sámal Petur í Grund, formann í sjálvstýrisflokkinum og lim í fíggjarnevndini, at tað sostatt er ongin vegur uttanum skerjingar og uppsagnir á almenna økinum, um úrslitið verður, at tær almennu lønirnar nú skulu hækka so nógv yvir ein kamb

? Sjálvandi hevur landskassin beint nú ráð til at betala 90 milliónir út afturat í lønum.

? Men tað er bara tí at alt er við okkum, bæði fiskiskapur, prísir og renta.

? Beinanvegin tað fer at ganga hinvegin verður galið.

? Tí hava vit ikki ráð til hetta í longdini.

? Hvussu nógv, almennu lønarútreiðslurnar kunnu hækka, hevur hann onki boð uppá.

Men 90 milliónir svara til eini 450 ársverk.....


Nú er fullveldið longur burtur

Bjarni Djurholm sigur, at tað er beint ímóti politikkinum hjá samgonguni, at tær almennu útreiðslurnar skulu økjast.

? Okkara stóra endamál er at Føroyar skulu taka sjálvstýri.

? Tað, sum vit mugu tryggja okkum í hesum sambandi, er, at vit ikki alsamt økja tær almennu útreiðslurnar.

? Tí tað er øllum somlum greitt, at tá ið vit hava tikið sjálvstýrið, fellur ríkisveitingin burtur.

? Hvussu skjótt, hon fer at minka, ella nær, hon fellur heilt burtur, vita vit onki um.

? Men tað er nógv, sum bendir á, at skiftistíðin verður ikki so long, sum onkur í Føroyum vil halda.

Bjarni Djurholm sigur, at tær óalmennu ábendingarnar, hann fær frá donskum politikarum, eru, at vit skulu ikki rokna við at hava blokkin at dúva uppá so leingi, sum vit kanska kundu hugsa okkum.

? Tann, sum kennir hugburðin hjá danska embætisverkinum fær eisini varhugan av tí sama.

? Føroyskir politikarar hava nevnt eina skiftistíð uppá eini 15-20 ár, ella kanska meir.

? Men ábendingin frá donskum politikarum og embætsmonnum er heilt týðilig, at danska ríki letur ikki ríkisstuðul til eitt annað, sjálvstøðugt ríki.

?Tí er tað nógv, sum bendir á, at vit noyðast at góðtaka eina tillagingartíð, sum er nærri.

Bjarni Djurholm sigur, at sjálvandi kann tað henda, at danir eru lagaligir og geva okkum góðar sømdir.

? Men tað er nógv, sum bendir á, at skiftistíðin frá blokkstuðuli til sjálvberandi búskap fer at liggja nærmari 5-10 árum enn 15-20 árum.

Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at tí er tað heilt avgjørt eitt stig tann skeiva vegin at tær almennu útreiðslurnar hækka.

? Hvør millión, vit hækka tær almennu útreisðlurnar, førir okkum longur burtur frá fullveldinum, sigur Bjarni Djurholm.


Biðið um skattalætta

Bjarni Djurholm sigur, at tað var eitt stórt mistak av Karsten Hansen, at hann ikki langt síðani hevur boðað frá skattalætta fyri at linka um trýstið á lønirnar.

? Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir heitt á fíggjarmálaráðharran um at boðað frá skattalættum fyri at taka broddin av lønarkrøvunum.

? Men tað hevur hann so ikki gjørt.

? Kanska hevur hann ikki skilt boðskapin. Men tað kundi skjótt víst seg at verðið sera hent hjá honum í hesum døgum, at havt fleiri streingir at spælt uppá.

? Tí vistu tey alment løntu, at tey fóru at fáa skattalætta, høvdu tey óivað slakað í lønarkrøvunum.

?Tað, sum hevur týdning, er sjálvandi ikki, hvat tey fáa í løn, men hvussu nógv er eftir, tá ið skatturin er goldin.


Skaðar kappingarførið

Men Bjarni Djurholm sær eisini ein stóran vanda í, at sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum aftaná fara at verða brúktir sum grundarlag fyri sáttmálunum, sum seinni skulu gerast á privata arbeiðsmarknaðinum.

? Fyri landskassan kann tað fyri so vítt gera tað sama, um hann fær nakrar milliónir minni inn, ella um hann skal betala nakrar milliónir meiri út í lønum.

? Men fyri tað privata vinnulívið, sum skal halda øllum uppi, hevur tað avgerandi týdning.

? Tí hevði ein skattalætti, sum kundi linka lønarkrøvini, havt avgerandi týdning.

?Tí er í síðsta enda vandi fyri, at sáttmálarnir, sum nú verða gjørdir, fara at gera kappingarførið hjá okkum verri.

? Vit mugu aldrin sleppa stavnhaldinum um, at skulu tær almennu útreiðslurnar økjast, mugu inntøkurnar hjá tí privata vinnulívinum økjast enn meiri.

? Men hækka vit lønirnar, sum vit gera nú, virkar tað tað øvugt, tí arbeiðsplássini fækka tá ið kappingarførið hjá vinnulívinum versnar.

? Og tað er til óbótaligan skaða fyri samfelagið.

? Tí hevði einasta máti verið at lækka skattin, so at tann tøka lønin hækkaði, tí tað hevði tikið broddin av lønarkrøvinum.

? Fyri tann einstaka kann ein lønarhækking upp á 7% kanska tykjast rímilig tí upphæddin er kanska ikki so stór.

? Men fyri landsbúskapin og kappingarførið hevur tað stóran týdning, tí samlaða upphæddin er stór.

? Og tað skaðar samstundis okkara trúvirði í fullveldismálinum.


Má lagast til fullveldið

Bjarni Djurholm sigur, at skulu vit tosa um fullveldi, so at vit missa ríkisveitingina úr Danmark, sleppa vit ikki undan at laga tað almennu umsitingina til tað nýggju samfelagsstøðuna.

?Tann beinleiðis ríkisveitingin svarar í dag runt roknað til tær almennu lønirnar, tvs, at hon er ein milliard.

Harumframt fáa vit 300 milliónir í óbeinleiðis stuðuli til løgreglu, dómsvald, sjóverju o.s.fr.

? Tí slepst ikki uttanum, at tann almenna imsitingin má gerast bíligari.

? Og tað kann gerast uppá tveir mátar. Antin ganga vit leiðina hjá fólkaflokkinum og lækka lønirnar - og skattin, so at nettolønin framvegis er hin sama.

? Hin møguleikin er at varðveita lønarstøðið sum tað er nú.

? Men so skulu heilt álvarsligar sparingar gerast.

?Men tað skal sterkur lútur til.

? Tá verður tað ov lítið at skerja toppin av ymsum almennum tænastum. Tá verður neyðugt at skerja heilar tænastur burtur.

Bjarni Djurholm heldur, at eitt, sum er neyðugt, er at fara inn á hvørt einastu høvuðsøki at vita, hvat kann sparast, bæði í skúlaverkinum, heilsuverkinum og almannaverkinum.

? Millum annað er neyðugt at kanna eftir, um vit hava ráð til at hava fleiri sama slag tænastur ymsastaðni í landinum.

? Hava vit t.d. ráð til at hava fleiri studentaskúlar, fleiri handilsskúlar, fleiri sjúkrahús o.,s.fr.

Bjarni Djurholm leggur dent á, at hann nevnir hesi økini bara sum dømi, tí hann sigur ikki, at tað er her, vit skulu spara.

?Men hetta eru mál, sum vit ikki sleppa undan at viðgera og at taka støðu til.

? Men tað verður ikki gjørt eftir einum degi at laga almannu umsitingina til fullveldi. Tað verður ein long og pínufull gongd. Men tað skal gerast.

? Alternativið til at skera heilar tænastur burtur, er, at vit tora til at laga lønarlagið til, so at hóskar til okkara viðurskiftir.

? Tí tá ið vit hava fingið fullveldið, skal almenna umsitingin lagast til tær inntøkur, sum vinnulívið megnar at skapa.

? Tí fyri meg er fullveldið ikki ein trúarspurningur. ? Fyri meg er tað avgjørt ein praktiskur spurningur. ? Og tað kemur eisini ein gerandisagur aftaná, at fullveldisrómurin er dovnaður.

? Tí er tað tann skeiva gongdiní fullveldismálinum at lønirnar verða hækkaðar nú, sigur Bjarni Djurholm.