Helena Dam á Neystabø,
Sjálvstýrisflokkurin
Málið um eftirlønir til landsstýrismenn bæði núverandi og fyrrverandi kemur aftur á tingborð. Og tá ið tað er liðugt viðgjørt í tinginum, átti tað ikki at komið fyri aftur har, men í framtíðini verið viðgjørt av uttanveltaðum fólki, sum hava innlit í slíkar spurningar.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgna Hoydal, hevur ført somu sjónarmið fram. Eg havi tí vent mær til hansara við fyrispurningi, um landsstýrið skal leggja málið fram, ella um eg sjálv ? vónandi saman við øðrum tingmonnum, skal leggja tað fyri tingið. Undir øllum umstøðum skal málið aftur í tingið.
Tað er at fegnast um, at fleiri og fleiri nú eru samd í hesum sjónarmiði, at tað sjálvandi eiga at vera uttanveltað fólk, ið viðgera og gera av, hvat politikarar skulu fáa í løn og eftirløn. Fólk, sum hava innlit í hesar spurningar.
Slíka skipan áttu vit at havt fingið fyri langari tíð síðani ? og nú eiga vit at nýta tað høvi sum er, at kanna eftir, um Løgtingið hevur samtykt eina lóg um eftirlønir til landsstýrismenn, sum ikki er nóg væl viðgjørd. Einki er at ivast í, at ov skjótt er atborið, at vit møguliga hava gjørt broytingar í lógini, sum eru í andsøgn við endamálið við lógaruppskotinum, sum var at javnseta løgtingsmenn og landsstýrismenn, og gjørt lógina afturvirkandi á ein hátt, sum ikki kann forsvarast.
Verður nevndin sett sum skjótast, ber til at broyta lógina. Tí hon fær ikki gildi fyrr enn 1. januar 2002. Og sjálvandi skulu vit gera broytingar, sum fyribyrgja, at nakar fær rætt til ov høga eftirløn.
Uppgávan hjá hesari nevndini skal vera at gera eina neyva lýsing av, hvat er rætt og rímiligt, tá vit tosa um løn og eftirløn til landsstýrismenn og løgtingsmenn. At vísa á, at eftirløn hjá politikarum eisini er ein uppsparingsskipan sum hjá øðrum borgarum, og at nevndin t.d. eftir hvørt løgtingsval ger tilmæli til, hvussu lønirnar og eftirlønirnar skulu vera í næsta valskeiði.
Henda skipan skal vera galdandi til vit hava broytt stýrisskipanina og orðað grundlógina soleiðis, at tað er lógarfest, at tað verða uttanveltað fólk, sum taka støðu til lønarviðurskiftini hjá politikarum. Soleiðis hava tey gjørt í Íslandi, og tað virkar eftir øllum at døma væl.