Línufiskur í Klaksvík

Seinastu tíðina er nakað av línufiski komið upp á land í Klaksvík, men ringu líkindini gera, at summir túrar hava verið smáir. Hjá útróðrarflotanum er fiskiskapurin batnaður nakað, men dagarnir eru so fáir, sum líkindini hava verið

Fiskivinna

 

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík vænta tey ikki ta heilt stóru vikuna, nú veðurlíkindini seinastu tíðina hava verið so ógvuliga ólagalig.

Í undanfarnu viku vóru nakrar landingar, men hetta vóru í flestu førum skip, sum brutu túr av vegna veður, tí ikki var roynandi.

Onkur hampilig landing hevur kortini verið á Kósini um dagarnar.

 

Grani úr Íslandi

Í dag landar línuskipið Grani, sum hendan túrin hevur roynt undir Íslandi. Teir hava sløk 140.000 pund á eini 12-13 setum. Hetta er ikki rok, men kanska brúkiligur fiskiskapur.

Av veiðini hjá Grana, sum býtir seg millum ymisk fiskasløg, er mest av longu, hýsu, brosmu og toski.

Línuskipið Fugltúgvan, sum landaði í gjár, hevur eisini verið undir Íslandi, men teir hava verið stytri har yviri.

Fugltúgvan hevði stívliga 60.000 pund, og veiðan hjá teimum býtti seg á leið yvir somu fiskasløg sum hjá Grana.

Línuskipini Kvik og Helena løgdu eisini smærri nøgdir av fiski upp í Klaksvík í gjár. Kvik hevur verið undir Føroyum og Helena á Íslandsrygginum.

Teir høvdu ávikavist 13.000 og 7.500 pund hvør og høvdu millum eina og tvær ella tríggjar setur í part.

Leygardagin var línuskipið Jákup B inni. Teir høvdu eisini gjørt eina roynd undir Føroyum í nakrar dagar. Jákup B hevði stívliga 30.000 pund.

 

Trolararnir

Partrolararnir Navarin og Borgarin eru til fiskiskap, men Safir og Smaragd komu herfyri inn undan veðrið.

Á Landingarmiðstøðini vita tey ikki, nær Navarin og Borgarin koma innaftur at landa.

Sum skilst, hevur triðja parið hjá klaksvíkingum, Fjalshamar og Nónhamar, ligið í eina tíð.

Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at tað hevur viðrað illa hjá útróðrarbátunum í longri tíð, men í gjár hevði Líðhamar eini 5.000 pund av útróðrarfiski.

- Útróðrarbátarnir hava ligið um 100 pund á línuna, onkur niðanfyri og onkur omanfyri. Eg haldi, at tað hevur sæð heldur betri út við fiskiskapi hjá hesum bátum, sum heystið er liðið. Fittur partur av veiðini hevur verið gráur fiskur, men hetta veldst eisini um, hvat agn teir brúka.

Landingarformaðurin heldur, at útlit kanska eru til frægari útróður, men fyrsta treytin er, at tað viðrar.