Línuskip góðan fiskiskap

Seinastu túrarnir hjá línuskipunum í Klaksvík vóru góðir. Stórur partur av veiðini var brosma og longa, og eitt av skipunum hevði væl av hýsu. Línuskipini, sum leggja veiðina upp í Klaksvík, hava í seinastuni havt góðan fiskiskap.

Fyrr í hesi vikuni komu fýra línuskip aftur av túri.

Kvik og Fugltúgvan høvdu millum 130.000 og 140.000 pund í part, og Jákup B hevði eini 120.000 pund. Haraftrat hevði línuskipið Helena millum 70.000 og 80.000 pund.

Hetta er góð línuveiða undir Føroyum.

Á landingarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at meginparturin av veiðini hjá Kvikki, Jákupi B og Helenu var brosma og longa, meðan ein stórur partur av veiðini hjá Fugltúgvuni var hýsa.

Seinastu dagarnar hevur eingin landing verið í Klaksvík, men fyrr í vikuni landaðu eisini trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur, sum høvdu ávikavist 20.000 og 30.000 pund hvør.

Í Klaksvík verður roknað við, at tey fyrstu skipini koma innaftur at landa miðskeiðis í næstu viku.