Í fjør komu fýra nýggjar bjór frá bryggjaríið í Klaksvík. Sonevnda Sct. Brigid-røðin í samband við 120 ára hátíðarhaldið hjá Føroya Bjór. Hesar fýra damurnar vóru rættiliga ymiskar og vóru rættiligt nýbrot innan føroyska bryggisøgu. Yvirgeraða ale-slagið varð fyri fyrstu ferð av álvara tulkað eftir føroyskum leisti og grundsjónarmiðunum hjá Anniku Waag.
Í vikuni kom so ein nýggjur drongur í flokkin. Hann eitur Tór! Tað er nýggj bjór, ið Føroya Bjór bryggjar í samband við at Tórshavnar Kommuna í ár gerst 100 ár. Sera sjáldsama etikettan hevur hin dugnaligi og ikki minst kreativi Ole Wich skapað. Eitt sterkt úttrykk og við sniði, sum fær ein at hugsa um tibetanska snjóleyvu-flaggið.
Heiti: Lívsins Vatn, 38 % abv.
Uppruni: Akvavitt úr Danmark (føroysk uppskrift)
Ummæli: Angin hevur klassiska norðurlendska kumman-tónan. Í miðal-dosis. Ein annar, men lættari grundtóni er meira urta- og fruktkendur og kundi kanska verið hvonn. Men eisini eru floralir tónar av hvítum blómum og ein feril av appilsinflusi. Smakkurin er sera rundur, ikki so samansettur og nakað alkohol-mildur. Eg vildi næstan sagt ein feminimur snapsur. Og tað er ikki illa meint. Men hann er kanska ov bleytur og lættrennandi. Í hvussu so er til snykuta føroyska matin, ið eftir mínum tykki, krevur væl størri brodd og væl hægri alkohol-innihald at reinsa góman. Smakkurin hevur tó ein heilt góðan lakress-eftirsmakk. Eg kann upplýsa at Lívsins Vatn er notið við stovutemperatur og í klænvaksnum eau-de-vie glasi. Tríggjar stórar!
Kostnaður: Kr. 247,50 (70 cL)
Skoðsmál: 3 stjørnur ***
Heiti: Tór, undirgerað lager, 4,6 % abv.
Uppruni: Øl úr Føroyum
Ummæli: Vakur koparreyður litur við rættiliga rúgvusmiklum froða. Angin er fyrst og fremst merktur av malt- og ger-tónum. Humlan er sett nakað til viks. Men malt-spælið er rættiliga spennandi og livandi. Samansettir tónar av malti, appilsinflusi, koriandur og myrkum sukri. Meðalstór fylla í smakkinum. Bjórin kennist rund og mjúk í gómanum. Smakkurin er lætt kryddaður við malttónum í hásæti. Her er ikki so nógvur kantur ella broddur, ið florala beiska humlan vanliga borgar fyri. Men føroyingar ræðast eftir øllum at døma enn humluna, ið væl dámda amerikanska bryggi-rákið í útlondum annars stendur fyri. Men sanniliga er Tór ein góð bjór. Hóskar bæði til gott smyrjibreyð við føroyskum viðskera og eisini sum leskiligur hugnadrykkur. Tór hevur eitt sindur meira fyllu enn vanliga pilsnara-slagið, so tí vilja vit við hesum drekka minni og njóta meira. Fýra stórar!
Kostnaður: ókendur
Skoðsmál: 4 stjørnur ****