Lær at gera jólaprýði

- Í hugnaligum jólaumhvørvi ber til at síggja, hvussu tey royndu gera jólaprýði.

Tað er ikki altíð hugflogið og hegnið er við tær, tá ið tú skalt í holt við grannið, leirið og ljósini. Jóladekorasjónirnar minna kanska um tær tú altíð hevur gjørt. Tí eru tey ikki so fá, sum heldur velja at keypa lidnar dekorasjónir - hóast tær kunnu vera ógvuliga dýrar - bæði tí tær keyptu eru meiri spennandi og kanska serliga tí, tíðin ikki røkkur til øll gerðarmálini undan jólum.

Nú eru ráð fyri tí. Í kvøld er høvi hjá fólki at støkka inn á gólvið á Café Natúr at síggja, hvussu tey royndu gera. Firma Trónd Hansen við Kolbrún Wardum roynir annað árið á rað at læra og vísa fólki, hvussu vakrar jóladekorasjónir, adventskransar og jólaprýði kunnu verða. Har verður alskyns slag av prýði og tilhoyri og fólk hava møguleika at keypa.

- Vit royndu tiltakið í fjør og tað eydnaðist sera væl. Í dag letur til, at fólk ikki geva sær tíð og hava tíð at stákast til jóla. Hetta er so eitt høvi hjá fólki at fáa íblástur til, hvussu ein kann hugna við jóladekorasjónum, adventskransum og prýði annars, sigur Turid Samró, ið rekur Café Natúr.

Tiltakið verður á loftinum á Café Natúr. Rættiligur jólahugni við heitum gløggi og holukøkum verður. Byrjað verður kl. 8.30 í kvøld og hildið verður á ein-tveir tímar.