Lær at liva við Ayur Veda

At breiða kunnleika um indisku filosofiina »Ayur Veda« er fyrsta tiltakið hjá verkstovuni Gongin, sum Katrin í Gongini hevur tikið stig til

Katrin í Gongini var í 17 ár stjóri í mótahandlinum Klivanum í SMS. Nú eru mótaklæðini løgd á hyllina, og í staðin hevur hon stovnað eina verkstovu, sum setirheilsu og rivnað hjá fólki í fokus.
Fyrsta skeiðið er um Ayur Veda, sum er aldagomul indisk filosofi um, hvussu tú fært eitt langt, heilsugott og lukkuligt lív. Skeiðshjaldari verður danin, Dr. Lærs Martiny, sum hevur undirvíst í Ayur Veda í 30 ár. Hann er upprunaliga útbúgvin tannlækni, men fekk sær tíðliga Ayur Veda læknaútbúgving afturat og hevur undirvíst bæði lærdum og leikum síðani. Hann var í 12 ár lærari og skúlastjóri á Rørvik Folkehøjskole, sum hevur gjørt tilvitsku og lívsfatan til sína sergrein.
Ayur Veda  heilsa og persónlig menning gjøgnum innlit í lívið  er ein indisk heilsuskipan. Hon er vorðin partur av lívinum hjá nógvum fólkum kring allan heimin, og rættiliga nógvir læknar í vesturheiminum hava tikið við hesari náttúrligu læruni, ið sær sjúklingin sum eina heild. Sambært Ayur Veda er góð heilsa tað natúrliga; sjúka íkemur við at skeikla náttúrligu javnvágina.
 Beinleiðis umsett merkir Ayur Veda »lívsins vísind«. Í strembanini eftir at fremja heilsu og persónliga menning, tekur læran øll sjónarhorn við: Kroppin, sinnið, um hvørvið og tað andaliga. Øll hesi økini ávirka okkara lív og lívsgóðsku, og Ayur Veda gevur okkum eitt yvirlit, sum bæði er lætt at skilja og brúka í gerandisdegnum, sigur Katrin í Gongini.
 Skeiðið gevur luttakarunum eitt spennandi og undirhaldandi innlit í hesa sera viðkomandi vitan um lívið, har dentur verður lagdur á at skilja seg sjálvan betur og at sleppa undan óneyðugari sjúku og strongd. Haraftur hjálpir skeiðið við at fáa eyga á alt tað vakra í lívinum og ónýttu møguleikarnar, sum liggja og bíða eftir okkum, sigur Katrin í Gongini.
Skeiðið um Ayur Veda verður 29. oktober á Hotel Føroyum. Tilmeldingin verður lýst seinni.