Allar dagarnar í seinastu viku vóru 28 dreingir savnaðir í Gundadali við einum endamáli.
Teir vóru á fótbóltsskúla hjá B36 undir leiðslu av venjaranum hjá besta liði felagsins, Tomislav Sivic.
Og hóast skráin var løgd í eina legu, sum fægstu føroyingar brýggja seg um, so kærdu dreingirnir seg ikki. Teir arbeiddu sum úlvar á skóg alla vikuna, við einum endamáli - at gerast betri fótbóltsleikarar.
Fótbóltsskúlin hevði fingið heitið »Tomislav - 99« - fyrsti og einasti fótbóltsskúlin við hesum heiti, í hvussu er við Tomislav Sivic sum venjara, tí hann fer tá hetta kappingarárið er liðugt, og við tí verður føroyskur fótbóltur tað fátækari.
Tí hóast tað eru nógv, sum ikki eru so fegin um tann hátt, hann hevur uppført seg á vøllinum, so kann eingin taka tað frá honum, at fótbóltsleikari er hann framúr góður - og sum venjari hevur hann eisini megnað at hildið B36 í toppinum.
Og endamálið við fótbóltsskúlanum í Gundadali í síðstu viku var, at geva havnarfelagnum grundarlag fyri at vera liggjandi í toppinum.
Men er tað ikki øgiliga tíðliga, at seta dreingirnar í bás á henda hátt, og leggja so stórt venjingartrýst á teir?
? Nei, tað er tað ikki. Fyrstu árini tá børn byrja at spæla fótbólt, skulu tey hava loyvið til at spæla, men tá tey koma upp í 10-12 árs aldurin, tá eiga vit at geva teimum harðari venjing. Vit skulu vísa teimum hvat tað er, sum krevst av teimum, um tey ætlað sær at gerast góðir fótbóltsleikarar, sigur Sivic.
Tann tekniski parturin er so eitt, men Tomislav skundar sær at leggja afturat, at tað er ikki tað einasta.
? Tað, sum hevur minst líka stóran týdning er, at vit greiða børnunum frá hvat tey ikki eiga at gera, um tey hava dreymir um at gerast fótbóltsleikarar ...
Hvat er tað tú hugsar um í hesum føri?
? Royking og rúsdrekka, matvanar og ikki minst hvussu farast skal við kroppinum, um ein ætlar sær nakran veg sum fótbóltsleikari, sigur Tomislav.
Føst ætlan
sum verður fylgd
Tá teir 28 ungu dreingirnir - kanska onkur teirra verður ein av okkara komandi stjørnum - møttu í Gundadali, fingu teir eina tímatalvu, sum greitt vísti hvussu næstu dagarnir sóðu út.
Venjing, hvíld, matsteðgir, meira venjing og aðrir aktivitetir vóru settir saman til eina heild, sum samanlagt myndaði fótbóltsvikuna hjá dreingjunum.
? Og ætlanin er fylgd, næstan út í æsir, sigur venjarin og greiðir okkum frá, at einasta punkt hann hevur vikið frá er hvíldin tann fyrsta dagin, men tað var fyri at vísa dreingjunum hví hann hevði lagt hvíldina inn í skemaið.
? Teir halda tað er keðiligt at skula hvíla mitt um dagin, men tað er neyðugt tá ein venur so nógv, sum vit hava gjørt hesa vikuna. Fyrsta dagin vóru nakrir sum spurdu um teir ikki kundu sleppa at spæla ístaðin, og tað sluppu teir, men tá vit komu til venjingina seinnapartin, orkaðu teir ikki at verða við til endan, og tað var einfalt tí at teir manglaðu hvíldina. Hesum greiddi eg teimum so frá, og síðani hava allir fylgt ætlanini, allan vegin, sigur Tomislav smílandi.
Alt byrjast
frá grundini
So kundi ein sjálvandi spurt B36 venjaran hví hann er so nágreiniligur. Tað er jú talan um smádreingir, sum bert eru í 10-12 árs aldrinum.
Er tað ikki alt ov tíðliga at byrja við so fastlagdari ætlan?
? Nei, tað er tað so avgjørt ikki. Dreingirnir hava nú spælt fótbólt ínøkur ár, og nú er tíðin komin, tá teir av álvara skulu í holt við venjingina. Tað er nú vit leggja grundina til fótbóltsframtíð teirra, og tað skal gerast ordiliga. Tað nyttar einki, um vit læra teir onnur ting nú, tí eins og tá tú byggir hús, so skalt tú byrja við grundini, tá tú hevur við fótbóltsspælarar at gera. Grundin er tað mest týdningarmikla. Tað er jú á hana alt annað skal byggja á frameftir, sigur Sivic.
Hann vísir eisini á at tá føroysk feløg fara út í heim at spæla bólt, so klára tey yngru feløgini seg so framúr væl. Føroysk feløg hava vunnið nógvar kappingar í útheiminum seinnu nógvu árini, men tá leikararnir gerast trý ár eldri, ella har á leið, so eru teir púra afturútsigldir.
? Og tað kann ikki verða rætt, sigur Sivic.
? Eg haldi at orsøkin er, at venjingin er ov illa skipað, og tað sæst beinanvegin aftur á úrslitunum. Høvdu leikararnir verið lagdir undir »trýst« í venjingini, so vóru teir nógv betri fyri, og menningin av teimum, sum fótbóltsleikarum hevði verið nógv betri, sigur hann.
Tomislav leggur afturat, at tað nyttar einki, at venjarar og leiðarar seta ungu leikarunum krøv um góð úrslit um ikki somu leiðarar og venjarar seta sær sjálvum krøv eisini.
? Og krøvini til felgøgini, leiðararnar og venjararnar skulu vera, at teir geva leikarunum umstøður at mennast í. Tað gera teir ikki við at seta ein venjara, sum bert er tvey ár eldri enn leikararnir, ella ein venjara, sum ikki hevur neyðugu prógvini sum venjari. Tað gera teir bert, um teir útvega leikarunum, sum eru í menning vælútbúnar venjarar, sum vita hvat teir gera.
Vil tað so siga, at føroysk feløg raðfesta skeivt, tá tey seta t.d.útlendskar venjarar at taka sær av fyrsta liði hjá felagnum?
? Ja. Leikararnir, sum eru á fyrsta liði eru so »gamlir«, at teir kanst tú einki læra. Fært tú hinvegin fatur á teimum yngru leikarunum í 10-12 árs aldrinum, so fara teir nústaðni undir menningina av teirra fótbóltsevnum, og har kann ein góður, útbúgvin venjari geva teimum rættiliga nógv, sigur Sivic
Respektin manglar
Tomislav Sivic er sera væl nøgdur við at vera í Føroyum, og hann hevur trivist væl millum føroyingar.
? Her býr eitt ótrúliga fitt fólkaslag. Øll eru vinarlig og hjálpsom, men eg haldi, at tit eru eitt sindur ov fitt hvør móti øðrum. Hetta skal ikki misskiljast, tí tað er ikki bara ringt, men eg haldi, at við at vera ov fitt hvør móti øðrum, so gera tit, at respektin fyri »autoritetinum« minkar, og tað hevur keðiliga ávirkan tá ungfólk eru í ítrótti. Tey missa respektina fyri venjaranum longu áðrenn tey hava hitt venjaran, sigur Sivic.
Sjálvur heldur hann tað hava nakað við tað at gera, at foreldrini eru nógv úti frá børnunum, og tá tey so eru saman við teimum, so verða tey undiroyst við gávum - næstan sum ein »kompensatión« fyri ta tíðina av uppvøkstrinum, foreldrini ikki vóru til staðar. Og tað er júst hetta, sum Sivic heldur endar við, at ávirka børnini.
? Eg minnist frá mær sjálvum, hvussu stóra virðing vit høvdu fyri okkara venjara. Tað hann segði var lóg. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Eisini her skal ein broyting til, sigur Sivic.
Samanumtikið, so heldur Sivic, at grundarlag er í Føroyum til, at fótbólturin kann gerast nógva ferðir betri. Leikaratilfarið er har, og tað er mest ein spurningur um hvussu farið verður um tað.
? Alt hetta skal fáast upp á pláss, og tað gera feløgini ikki einsamøll. Her er neyðugt, at FSF eisini kemur inn í myndina. Nógv meir enn tað er í dag. Føroyska fótbóltssambandið ger alt ov lítið við menningina hjá yngru leikarunum, og ov nógv fyri teir eldru leikararnar. Tað er ikki rætti hugburðurin, tí tað er á teir yngru leikararnar Føroyar skulu byggja sína fótbóltsframtíð - ikki teir eldru. Kappingin frá øðrum ítróttargreinum er eisini sera hørð, og tí er neyðugt, at fáa leikararnar at velja sína ítróttargrein tíðliga, og so geva teimum umstøður at gera nakað við tað. Tit kunnu ikki krevja av teimum, at yngru leikararnir skulu læra alt sjálvir, tit mugu hjálpa teimum á veg, sigur Tomislav Sivic at enda.