Føroya Lærarafelag hevur sent út tvey tíðindaskriv, har boðað verður frá, at felagið herðir tiltøkini. Eisini verður heitt á Signar á Brúnni, landsstýrismann, um at gera greitt, hvat hann ætlar við nýggju fólkaskúlalógini.
Herða tiltøkini
Eftir at samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið slitnaðu á kvøldi 7. mars, hevur samband ikki verið millum partarnar.
Síðani hava sáttmálasettu lærararnir verið í arbeiðssteðgi.
Felagið hevur gjørt av at herða tiltøkini. Galdandi frá 20. mars 2000.
Felagið noktar limum sínum, sáttmálasettum og tænastumonnum, at luttaka á verandi og komandi skeiðum í Føroyum, so leingi arbeiðssteðgur er. Samstundis verður noktað limunum at senda umsóknir til skeið hjá Eftirútbúgvingini hjá UMMS og Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.
Felagið metir, at røkt av søvnum, serstovum og amboðum í fólkaskúlanum er partur í ósemjuni og at hetta ikki er tænastu skylda. Felagið noktar tí limum sínum at gera hetta arbeiði, so leingi eingin avtala er fingin í lag hesum viðvíkjandi, um løn og tímaniðurskurður ikki verður veittur.
Frá 20. mars 2000 er arbeiðssteðgur settur í verk fyri sáttmálasettar limir felagsins, sum arbeiða hjá Skúlabókagrunninum og Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.
Einki próvtøkutilfar
Føroya Lærarafelag noktar limum sínum at gera skrivligt próvtøkutilfar, har tað ikki er tænastuskylda. Hetta er galdandi fyri allar skúlar, eisini teir, sum eru uttanfyri fólkaskúlan.
Felagið noktar limum, sáttmálasettum og tænastumonnum, sum starvast í almennu frítíðar-, kvøld- og ungdómsskúlunum at undirvísa, so leingi arbeiðssteðgur er.
Heita á Signar
Føroya Lærarafelag hevur sent skriv til Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlamálum.
Felagið krevur, at landsstýrismaðurin í skúlamálum klárt ger greitt, hvat hann ætlar við nýggju fólkaskúlalógini.
Felagið vísir á, at arbeiðssteðgurin nú hevur vart í nærum tvær vikur og at støðan gerst meira og meira kaotisk.
Føroya Lærarafelag sigur seg ikki kunna góðtaka, at tann, sum hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum, bara situr upp afturá og kastar ábyrgdina á onnur.
Felagið metir verða óhoyrt, at eitt fakfelag skal seta tiltøk í verk, fyri at fáa eina lóg at virka.
Føroya Lærarafelag sigur, at kemur nakað ítøkiligt frá landsstýrismanninum í skúlamálum, so er felagið til reiðar at viðgera hetta.