Lærarar mómæla miðnámsdepli

Á fundi hava lærararnir í Hoydølum viðgjørt ætlanina um ein miðnámsdepil við Marknagilsvegin. Niðurstøðan var greið. Ein stórur meiriluti av lærarunum tekur ikki undir við ætlanini

Miðnámsdepil

Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar verður staðfest, at grundgevingarnar fyri støðuni hjá lærarunum í høvuðsheitum eru hesar.

Stødd
Á Studentaskúlanum í Hoydølum ganga í løtuni umleið 500 næmingar, og talið fer óivað at vaksa komandi árini. Studentaskúlin er sosatt bæði við sínum næmingatali og sínum umleið 70 lærarum og vikarum ein ivaleysa stór eind. Ríkiligt grundarlag er bæði fyri lærugreinavalum, tvørfakligum samstarvi og størri tiltøkum sum sjónleikum, sangleikum og náttúrvísindaligum eins og samfelagsfrøðiligum verkætlanum. Samstundis er skúlin ikki so stórur, at lærarar og næmingar missa hvønn annan burtur. Hvør einstakur næmingur verður ein partur av umhvørvinum í Hoydølum og kann identifisera seg við virksemið á skúlanum.
Miðnámsdepilin kemur sambært álitinum frá bygginevndini at húsa 1200 næmingum, t.v.s verður 2-3 ferðir so stórur sum núverandi Studentaskúlin í Hoydølum. Hvussu stórur depilin verður um 15-20 ár, kunnu vit bara gita um. At tosa um synergi-effekt í hesum sambandi er burturvið. Vit skulu minnast til, at talan ikki er um eina framleiðslufyritøku, heldur ikki um ein granskingarstovn, men um ein útbúgvingarstovn fyri 15-20 ára gomul, og persónliga sambandið millum lærarar og næmingar hevur tí alstóran týdning. Kenslan hjá hvørjum einstøkum næmingi at hoyra til eitt ávíst stað og ein avísan flokk við serligum identiteti er avgerandi fyri trivnaðin. Sjálvsagt kunnu og skulu lærarar frá ymsum skúlum samstarva og fáa íblástur hvør frá øðrum, men at so nógvir næmingar sum gjørligt verða savnaðir saman á einum stað gevur ikki eina synergi-effekt. Tvørturímóti kann tað at føra til fremmandagerð.

Undirvísing
Sambært álitinum frá bygginevndini er ætlanin at samansjóða miðnámsútbúgvingarnar, og m.a. fáa felags undirvísing í avísum lærugreinum, t.d. føroyskum, enskum og støddfrøði. Samstundis verður í einum skrivi frá Mentamálaráðnum, dagfest 05.10.04, víst á ætlaðar broytingar í núverandi miðnámsútbúgvingum, soleiðis at byrjað verður við einum støðisári. Hetta er eftir okkara tykki tað sama sum at flyta fólkaskúlan inn í miðnámsútbúgvingarnar. Tekniski skúli, Handilsskúlin og Studentaskúlin rekruttera rættiliga ymiskar næmingar, og tá tey 9-10 árini í fólkaskúlanum eru liðin, leingjast næmingarnir eftir at sleppa hvør sína leið, at sleppa at velja eftir evnum og áhuga. At tvinga næmingarnar framhaldandi at verða saman fer bert at føra til trupulleikar, og stórur vandi er fyri, at fakliga støðið í fleiri lærugreinum fer at lækka.

Umsiting
Leiðslan á Studentaskúlanum í Hoydølum er í dag ein rektari og 2 inspektorar. Á Miðnámsdeplinum verða umframt núverandi leiðslur á skúlunum ein felags depilsleiðari og eitt depilsráð. Sostatt koma 2 umsitingarlig løg omaná tey, sum skúlarnir í dag hava. Tað stendur ikki útgreinað í álitinum, hvørjar uppgávur og heimildir depilsleiðarin og depilsráðið skulu hava, men greitt er, at tað verður munandi longri frá hvørjum einstøkum lærara og næmingi til ovastu leiðslu, og ein meiri fleksiblan skúla verður neyvan talan um.

Studentaskúlin ein sjálvstøðug eind
Sum heild tykist Miðnámsdepilin tískil ikki vera nakað framstig sammett við núverandi studentaskúlaskipan. Tvørturímóti. Flestu lærarar halda, at ætlanin kann føra til eina fakliga nivellering, og at sereyðkennini hjá studentaskúlanum fara at hvørva.
Tíverri hevur tað sermerkt arbeiðsgongdina í sambandi við Miðnámsdepilin, at lærararnir stórt sæð ikki hava verið kunnaðir. Álitið frá bygginevndini varð ikki almannakunngjørt fyrr enn 27.09.04, t.v.s. beint undan heystfrítiðini, og framvegis eru signalini frá Mentamálaráðnum ógreið. Tað er tó at frøast um, at mentamálráðharrin hevur sett sær fyri at gera nakað við hølistrupulleikarnar, sum miðnámsskúlarnir dragast við. Í nógv ár hevur verið sera trongligt í Hoydølum, og út- ella nýbygging er tí atrokandi neyðug. Men fyri okkum er heilt avgerandi, at studentaskúlin verður varðveittur sum sjálvstøðug faklig og pedagogisk eind.