Skúli Helgason, formaður í skúlastýrinum í Reykjavíkar kommunu, sigur, at tríggjar milliardir íslendskar krónur - tað er á leið 176 milliónir í donskum krónum - verða í ár settar av til at betra um arbeiðsumhvørvið í barnaskúlunum og barnagørðunum í býnum, skrivar RÚV.
Tveir arbeiðsbólkar hava havt ta uppgávuna at kanna, hví ein stór mongd av útbúnum íslendskum lærarum velja lærarastarvið frá.
- Í løtuni gera vit kanningar, har ein stórur bólkur av barnaskúlalærarum, sum eru útbúnir, men hava valt ikki at undirvísa taka lut, soleiðis at vit fáa svar uppá spurningin um, hví fleiri túsund einstaklingar í Íslandi, sum luka fortreytirnar velja annað starv, sigur Skúli Helgason.