Lærari umborð á “Africa Mercy”

35 ára gamli Jóhan Petur Johannesen hevur verið lærari umborð á hjálparskipunum “Anastasis” og “Africa Mercy”. Fyri føroyska læraran hevur verið talan um eitt sera læruríkt tíðarskeið í einum altjóða skipaumhvørvi, og í einari fremmandari mentan í Liberia og Ghana.

Í 2006 fór Jóhan Petur Johannesen til Afrika at starvast, sum lærari umborð á hjálparskipinum “Anastasis”. Anastasis vitjaði í Føroyum í 1990, og aftur í 2004. Jóhan Petur fekk farloyvið frá sínum starvi, sum lærari á Eysturskúlanum í Havn. Eitt ár seinni hevði “Anastasis” siglt sína síðstu ferð í tænastuni at geva afrikanarum heilsubót, og at boða teimum tann kristna gleðiboðskapin. Jóhan Petur segði upp á Eysturskúlanum í 2008, og fór at undirvísa umborð á tí nýggja skipinum hjá kristna hjálparfelagsskapinum, “Mercy Ships”, sum nevnist “Africa Mercy”. Jóhan Petur hevur skrivað søgu, við at verða lærarin, sum hevði síðsta undirvísingartíman umborð á Anastasis, og tann fyrsta undirvísingartíman umborð á Africa Mercy. Í samfull 2 ár og 4 mánaðir hevur Jóhan Petur starvast hjá Mercy Ships. Honum stendur í boði at sleppa at starvast aftur umborð á Africa Mercy, men hann hevur biðið um eina umhugsunnartíð uppá 2 mánaðir, áðrenn hann tekur eina endaliga avgerð. Hesar 2 mánaðarnir er hann fyribils í starvi, sum vikarur á Eysturskúlanum.

 

Veita hjálp og linna

 

Jóhan Petur greiður frá: - Mercy Ships – miskunnarskip – er ein felagsskapur, sum ynskir at veita hjálp og linna til neyðstødd fólk. Enska herrrópið hjá felagsskapinum er: “To serve the forgotten, poor and needy” – at tæna teimum, sum eru gloymd, fátøk og sum tørva hjálp. Av tí, at tørvurin er so stórur í Vestur-Afrika, so hevur felagsskapurin valt at fokusera nógv uppá henda partin av Afrika seinnu árini, men ætlanin hjá Mercy Ships er eisini at fara til onnur støð í Heiminum. Felagsskapurin virkar eisini í tí karabiska havinum, einamest í tí Dominikanska Lýðveldinum. Felagsskapurin var stovnaður í 1978 av einum amerikumanni, sum nevnist Don Stephens. Ein av orsøkunum til, at Don og konan, Deyon Stephens stovnaðu Mercy Ships, var tí tey áttu ein menningartarnaðan son, sum eitur John Paul. Tey sóu hvussu torført lívið kundi verða fyri sonin, og tá hugsaðu tey um hvussu nógv børn tað eru kring Heimin, sum ikki hava umstøður til at fáa nakra hjálp. Hetta vakti nakað í Stephens-hjúnunum, at tey vildu gera nakað fyri tey neyðstøddu í Heiminum. Hjúnini vóru insperaði av bæði søguligum persónum, og eisini av Jesusi sjálvum. Móðir Teresa er eisini ein av inspirasjónskeldunum hjá Mercy Ships. Vit tosa um “The two hands of the Gospel” – báðar hendurnar hjá Gleðiboðskapinum. Bæði at vísa menniskjum likamligam linna, og at vísa umsorg fyri teimum. At vísa menniskjum, at tey eisini hava eitt virðið. Tað er nógv menniskju, sum halda, at tey einki virðið hava. Men so royna vit at greiða teimum frá: “Jú! Tú hevur virðið, og tað er ein, sum hevur umsorgan fyri tykkum, og tað er Gud.”. Undirstrikar Jóhan Petur.

 

Segði trygt starv frá sær

 

Spurdur hví hann valdi fyrst at fara í farloyvi, og síðani at siga eitt trygt starv á Eysturskúlanum frá sær, fyri at fara til Afrika? Til hetta svarar Jóhan Petur, at tá hann gjørdist varugur við tørvin, sum er í Heiminum, og tá hann sá, at tað eru so mong, sum ongan góðan eiga, so kendi hann seg kallaðan at fara við Mercy Ships. Jóhan Petur heldur, at hann hevur verið ógvuliga priviligeraður her í lívinum. Hann hevur havt góð foreldur, góðan uppvøkstur, ríkar upplivingar og góð størv. Men hann kendi á sær, at hann skuldi brúka nøkur ár fyri at hjálpa øðrum menniskjum. Jóhan Petur bar heldur ongan ótta fyri at fara ta longu leið til Afrika. Fyri at sleppa við einum skipi, sum Africa Mercy krevst sjálvsagt ein heilsuváttan frá læknanum. Dygdargóðir førleikar í enskum krevjast eisini fyri at kunna gerast eitt av starvsfólkunum umborð á skipinum. Fyri at gerast lærari umborð á einum skipi hjá Mercy Ships, krevst eisini, at ein er fakliga væl fyri, tá tað kemur til bíbliuundirvísing. Jóhan Petur var á ungum árum á bíbliuskúla hjá felagsskapinum “Youth With a Mission”, og var tað ein fullgóð váttan fyri Mercy Ships. Avgerandi er eisini, at tørvur er á fólki innan tað rætta fakið. Og tey stóðu og manglaðu lærarar umborð á Anastasis.

 

Rektari frá Harrow

 

Umborð á Anastasis og Africa Mercy hevur Jòhan Petur so undirvíst børnum, sum hava sítt upphav í nógvum ymiskum londum. Hóast langt frá øll hava enskt, sum sítt móðirmál, so er enskt undirvísingarmálið umborð á skipunum hjá Mercy Ships. Týdningarmikið er at hava eina skúlaskipan at halda seg til, og fylgir undirvísingin tí amerikonsku skúlaskipanini. Næmingarnir verða ikki testaðir við teimum tiltiknu “Pisa-kanningunum”, men teir verða testaðir við einari amerikanskari test, sum nevnist “Stanford-testin”. Hetta verður sjálvsagt gjørt fyri at tryggja, at undirvísingin er á einum dygdargóðum støði. Allir næmingarnir skulu upp til hesar testirnar, fyri at vita hvar teir flóta. Amerikanska skipanin koyrir nógv uppá testir. Ein lærari skal undirvísa í einum evni í nakrar vikur, og so skal tað verða ein roynd. Tá tann royndin er avgreidd, verður farið víðari til næsta evnið. Lærarnir á skúlanum umborð vóru úr teimum enskt-talandi londunum, Føroyum og Danmark. Rektarin umborð á skipinum, var ein maður, sum hevði undirvíst á tí tiltikna enska kostskúlanum, Harrow. Saman við Eaton er Harrow kostskúlin, tann kendasti kostskúlin fyri børnini hjá yvirklassanum í Bretlandi. - Tað var stuttligt at kjakast við ein slíkan mann, um hvussu ein frálæra eigur at skipast. Tað var eitt sindur torført hjá mær, sum eri vanur við, at ein skal hava heildina við í undirvísingini. So eg gjørdi hálvgum eina kombinasjón av tí frálæra sum eg var vanur við, og hesa amerikonsku skipanina. Og eg hevði eisini frælsið til at gera tað. Jóhan Petur fekk eisini starvsfólk frá teimum ymisku londunum at koma inn í skúlastovuna í samband við frálæruna í landalæru. Hann fekk fólkini at greiða frá sínum londum, og var tað væl fagnað av næmingunum.

 

Fakheiti manglaðu

 

Jóhan Petur hevur búð, og ferðast nógv í Bretlandi, og er sera stinnur í enskum. Men kortini kundi tað hendingaferð koma fyri, at hann stóð fastur, tí hann ikki kendi øll tey fakligu heitini á enskum. Men næmingarnir hava havt forstáilsi fyri, at enskt ikki er móðirmálið hjá honum, og hevur tað annars gingið uppá stás. Jóhan Petur hevur undirvíst í kristni, søgu og landalæru og búskapi. Jóhan Petur undirvísti eisini Steffan og Rebekku, børnunum hjá Jonhardi og Debbie Joensen í føroyskum. Jonhard Joensen er ættaður av Strondum, og Debbie er úr deilríkinum, Maine á amerikonsku eysturstrondini. Jonhard Joensen var í nøkur skipari umborð á Anastasis. Jóhan Petur sigur, at tørvur er á nógvum ymiskum starvsfólkum, men tað er serliga tríggir starvsbólkar, sum stórur tørvur er á. Læknar og sjúkrasystrar til tað umfatandi heilsubøtandi og linnandi arbeiðið, sum Africa Mercy ger, og so maskinfólki. Hóast skipið liggur nógv við kaj, so koyra ljósmotorarnir alla tíðina. Tað er ikki ein treyt, at ein er ein kristin trúgvandi fyri at kunna starvast, sum lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur við Mercy Ships. Men ein má binda seg til reglugerðirnar, t.d. at møta til føst tiltøk, tí talan er um ein kristnan felagsskap. Læknar o.o. starvsfólk fáa onga løn fyri at arbeiða umborð. Jóhan Petur mátti sjálvur gjalda eitt mánaðarligt gjald fyri at kunna verða umborð. Annars eru nógvar funksjónir umborð. Har er enntá ein lítil banki, tannlækni, o.a. í hesum lítla altjóða samfelagnum, sum telur 400 starvsfólk.

 

Gott norðurlendskt samanhald

 

Gott samanhald er millum norðurlendingarnar umborð á skipinum. Danskarnir, svenskarnir, føroyingarnir og norðmennirnir møtast javnan umborð. Norðurlendingarnir skipa fyri Lucia-gongu, og syngja norðurlendskar jólasálmar fyri hinum, tá jól verða hildin umborð. Tá bjóða norðurlendingarnir eisini skipsfólkunum siroppskøkur. Av og á hava norðurlendingarnir so norðurlendsk kvøld, har tey koma saman fyri at tosa tey norðurlendsku málini. Og tann sum dugir bæði danskt og føroyskt hevur ein stóran fyrimun í tí samskiftinum.

 

Samskifti við sjúklingarnar

 

Jòhan Petur fekst ikki bara við at undirvísa umborð. Tørvurin er óendaligur, og tað er nógv ein kann fáast við umborð. Eingin fær hjálpt øllum, og tí ræður um at hjálpa til, har sum ein er førur fyri at veita hjálp. Eitt sum Jóhan Petur fekst nógv við og valdi sum sína tænastu, var at vitja sjúklingarnar á sjúkrahúsinum umborð. - Eg treivst so mikið væl í hesari tænastuni, at í juni 2008 var eg spurdur, um eg kundi gera hesa tænastuna fulla tíð. Tá hevði eg undirvíst børnunum í tvey ár. Talan var um eitt kombinerað starv, sum nevndist “Ward Canselor”. Talan var bæði um at aktivera børnini umborð, og at hava frálæru fyri teimum. Hin parturin av arbeiðnum var at verða eitt slag av einum sjúkrahúspresti. Jóhan Petur fekk nógvar góðar samrøður við afrikonsku sjúklingarnir. Men nógvir sjúklingar høvdu upplivað ræðuleikar undir drúgva borgarakrígnum í Liberia.

 

Misti 9 systkin

 

- Eg minnist serliga ein ungan 21 ára gamlan mann, sum eitur Jacob. Upprunaliga vóru tey 12 systkin, men tað eru bara 3 av teimum eftir á lívi. Hini 9 doyðu undir borgarakrígnum, ella doyðu í hungri. Jacob greiddi frá beiggja sínum, sum var dripin. Hesin hevði eina føðingardagsveitslu, sum tey hildu uttanfyri smáttuna í heimbygdini. So skuldi Jacob líka fara inn eftir nøkrum drykkivørum. Tá hann kemur út aftur eru gestirnir burtur, og tá stóðu menn frá uppreistrar-herliðunum uttanfyri smáttuna. Uppreistrarmennirnir tóku sínar stóru machettuknívar fram, og høgdu beinini og armarnar av beiggjanum, sum bløddi til deyðis. Tað er skakandi at hoyra slíkar søgur. Jacob slapp til rýmingar, og mamma hansara leitaði leingi eftir honum. Men aftaná tvey ár funnu tey hvønn annan, og vóru tey sjálvandi ovurfegin. Til tíðir kundi ein síggja á andlitinum hjá Jacob, at hann píndist av hesi ræðuliga upplivingini.

 

Nýggja nøs

 

Jóhan Petur fekk eisini ein vin, sum eitur Joseph Mark. Joseph Mark misti nøsina hjá sær, tá hann var smádrongur. Ein av hinum konunum hjá pápanum tók lítla dreingin til ein heksadoktara, sum blásti okkurt gjøgnum nøsini, so Joseph Mark misti nøsina. Kortini bleiv Joseph Mark giftur, og eigur hann tvey børn, og er rættiliga ríkur, mett við onnur í Liberia. Hann átti nógv húsdjór, men tann eina dagin høvdu menn frá uppreistrarherinum dripið øll húsdjórini hjá honum. Saman við familjuni mátti hann fjala seg í buskalendinum í 3 mánaðir. Tey flýggjaðu so víðari til grannalandið, Fílabeinstrondina. Hóast nógva mótgongd í lívinum, so var Joseph Mark ein ógvuliga takksamur maður, sum altíð segði takk, og takkaði Gudi. Hann tók ikki nakað fyri givið. Umborð fekk hann eina skurðviðgerð, har hann fekk eina eftirgjørda nøs, og tað var Joseph Mark ógvuliga takksamur fyri.

 

Ymiskar skurðviðgerðir

 

Ymiskar skurðviðgerðir verða gjørdar umborð. Hjá nógvum í Vestur-Afrika er opið millum nøsina og yvirvørrina, og fremja læknirnir tá eina skurðviðgerð, sum nevnist “Haru-skar”, sum bøtir væl uppá hetta. Summi hava eisini ein “Opnan Himmal”, og verða tey eisini løgd undir skurð. Nógv verða eisini skorin fyri “grástær”, og nógvir svullir verða eisini skurðviðgjørdir. Ein tann kendasta tænastan, sum Mercy Ships ger, er at skurðviðgerða gentur, sum verða giftar 12-13 ára gamlar. Hesar kvinnur eru fyri tí vanlagnu, at tað kemur hol á bløðrina, tí teir eiga børn í so ungum árum. Tær klára ikki at halda uppá vatnið, og verða útstoyttar av samfelagnum. Umborð eru serlæknar, sum seyma bløðrina hjá hesum kvinnum aftur, og er talan um eina sera kompliseraða skurðviðgerð. Viðhvørt mugu tvær skurðviðgerðir til. Tá ein skurðviðgerð er væleydnað verður ein serlig seromoni hildin umborð á skipinum fyri teimum ungu kvinnunum, sum fáa ein serligan kjóla, sum gávu. Hesar ungu kvinnurnar eru ovurfegnir um at hava fingið eitt nýtt lív, og at tær nú kunnu sleppa inn aftur í samfelagið, sum tær á sinni vóru stoyttar út frá.

 

Nógvar upplivingar

 

Jóhan Petur fór eisini í land, og fór hann saman við øðrum at vitja landsbygdir í Liberia og Ghana, og var tað ógvuliga forkunnugt og spennandi. Jóhan Petur hevur eisini upplivað, at skipið hevur havt spennandi og forkunnugar vitjanir. Leiðarin fyri Sameindu Tjóðir í Liberia, tann danska Ellen Margrethe Løj vitjaði umborð, og fall tað Jóhan Peturi í lut at vísa henni runt. Liberiski forsetin, Ellen Johnson Serleaf, og varaforsetin, Joseph Boakai hava eisini javnan vitjað umborð. Upplivingarnar hava verið nógvar, men fyri Jóhan Petur eru tær bestu løturnar, tá hann var saman við sjúklingunum, antin á sjúkrahúsinum umborð, ella í samtalu við tær á dekkinum. Hann hevur eisini fingið góðar vinir í nógvum ymiskum londum, og hevur hann nógv fólk hann kann vitja í nógvum ymiskum londum. Tað er spennandi og mennandi at liva í einum altjóða umhvørvi, og samstundis verða við til at hjálpa menniskjum, sum veruliga hava brúk fyri hjálp. Jóhan Petur kann viðmæla øðrum at fara við Mercy Ships. Hann svarar gjarna spurningum frá fólki um Mercy Ships á tlf.nr 510069 og á HYPERLINK "mailto:johanpetur@hotmail.com" johanpetur@hotmail.com. Um tveir mánaðir fellir avgerðin, um Jóhan Petur aftur fer umborð á Africa Mercy, fyri at tæna Gudi og mannaættini í Vestur-Afrika.