Lærdómur er lættur at bera, siga vit. Nú er hann enntá upp á tilboð.
Við hesum fyndorðum, legði Kári Árting skránna fyri ta stóru bókaútsøluna 2003 fram í søguligu stovunum aftan fyri Gamla bókahandil í miðbýnum í Havn.
Og lat tað vera sagt beinanvegin. Høvið er at gera eitt ordiligt hál í ár. Holini í bókasavninum kunnu rættiliga fyllast út, og til ber eisini at keypa góðar gávur niðurfyri.
Einar 300 bøkur eru í bókaskránni, og bøkur fáast bæði fyri helvtarpís, fjórðingspís og uppaftur minni.
Í summum førum eru bert nakrar heilt fáar bøkur eftir og av øðrum er nóg mikið til.
? Tað er ikki tí, at bøkur ikki vera seldar, at tær vera settar á útsølu. Tvørturímóti munnu føroyingar keypa flest bøkur í øllum heiminum. Eisini meira enn íslendingar, ið breggja sær av at hava heimsmet. Hinvegin er tað oftast soleiðis, at upplagið er prentað ríkiliga stórt, so tað loypir av, sigur Kári Árting, sum er formaður í bókahandlarafelagnum.
Fleiri perlur
Hvør diamanturin er í bókaskránni hesaferð, er ilt at siga. Tað veldst um, hvør tú ert. Men tað er eyðsæð, at fleiri perlur í føroyska bókaskattinum eru at finna á hillunum.
Lat okkum bara soleiðis hissini nevnda burturúr bókarúgvuni: Myndlist hjá Bárði Jákupssyni, sum áður kostaði 420 krónur fer fyri einans 192 krónur. Gomlu gøturnar hjá Johonnu Mariu Skylv fara eisini fyri sámuligan prís, hóast fáar eru eftir av hesum søguskattinum. Gravgangur man eisini fara at vera eftir bókunum hjá Niels Juel Arge, sum eru við í bókaútsøluni fyri fyrstu ferð. Fuglar í Norðurhøvum eftir Dorete Bloch fáast fyri einans 80 krónur, Villini súgdjór í Útnorði fara fyri 150 krónur. Ævigt galdandi Rura eftir Tóru Tóroddsdóttir fæst fyri undir 100 krónur. Sangirnir hjá Andreas Andreasen fáast fyri lítið og lætt. Og allar barnabøkurnar eru eitt kapitull fyri seg.
Suðuroyggin við
Serligar reglur eru fyri bókaútsøluni, sum er triðja hvørt ár. Bøkurnar skulu vera minst trý ára gamlar, og tær kunnu bert vera við á útsøluni tvær ferðir.
Bókaútsølan var fyrstu ferð í 1988. Í ár eru átta handlar við. Fyri fyrstu ferð, kunnu suðuroyingar eisini keypa bíligar bøkur, og ein nýggjur handil í Klaksvík er við.
Í ár eru ikki bara gamlar nýggjheitir við, men eisini fleiri góðir rithøvundar. Klassiskar týðingar og føroyskir úrmælingar eru á skránni. Men skulu vit so bara bíða nóg leingi, til ein bók, vit ikki unna okkum at keypa, kemur í bókaútsølu?
? Tað ber ikki til at spekulera í bókaútsøluni, tí nógvar føroyskar bøkur koma ongantíð so langt. Forløgini duga betur nú at raka uppløgini til tann eftirspurningin, sum er, sigur Kári Árting.
Ársins bókaútsøla byrjar hósdagin 27. mars og endar leygardagin 3. mai. Hestprent hevur prentað skránna, sum verður borin út týsdagin og mikudagin.
MYNDATXT
Ársins bókaútsøla við føroyskum bókum hevur fleiri perlur ímillum. Hon byrjar 27. mars.
Mynd: Jens K. Vang