Lærdu at standa og pissa

Føroyska deildin av P-mate hevði sølufólk á Roskilde Festivalinum, kvinnur og menn í parykkum og p-mate t-troyggjum bóru boðskapin um, at kvinnur kunnu standa uppi og pissa Fyri føroysku P-Mate fyritøkuna, ið ferðaðist kring festivaløkið í Roskilde, var regnið eingin forðing. Føroyska fyritøkan selur kvinnum grønar traktir, ið tær kunnu standa og pissa í gjøgnum. Í ár vóru tey á mannsterk møtt upp á festivaløkinum. Konufólkini, ílatin ljósareyðar blusur og parykkar og menninir í svørtum blusum og parykkum, høvdu úr at gera við at læra konufólk at standa uppi og pissa. Vit hittu eitt av søluliðunum uttan fyri Pavillion pallin, beint áðrenn Boys In A Band skuldi spæla. Tey lótu væl at áhuganum millum kvinnur fyri grønu traktunum. Eisini Regin Dalsgaard, ið saman við systir sínari Sylviu stendur fyri føroysku deildini av P-mate, var vælnøgdur, tá vit hittu hann.

- Tað er stuttligt at síggja, hvussu sterkt hetta brandið er. Øll, sum eg tosi við um hetta, kenna til P-mate, greiður Regin frá.

Á veg á konsertina við The Who leygarkvøldið sóu vit tvær vinkonur fara at pissa við eitt hegn á festivaløkinum. Meðan tann eina setti seg niður at húka, stóð hin sum ein maður og pissaði. Henda seinna fór at gnísta, og rópti:

- Det virker jo ikke! Meðan hon við buksunum hálvavegna niðri vendi sær móti vinkonuflokkinum við einum drippandi p-mate í hondini. Um tað var høga promillan ella kleyvarskapur, ið var orsøk til vátliga óhappið vita vit, ikki, men sambært P-mate fólkunum, so skuldi hetta ikki verið so trupult, og flest øll tyktust annars væl nøgd við grønu traktirnar.