Lírin nógv minkaður í Skúvoy

Harry Jensen heldur ikki, at talið av líra, sum er tikið í Skúvoy í heyst, er omanfyri 500. - So, her stendur einki serligt til við fuglinum, sigur hann

Skúvoy

 

Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn á plássum, har skrápur reiðrast, at draga líra. Líri er ungin hjá skrápi, men okkum kunnugt er ikki vanligt at draga líra longur.

Nakrar dagar eftir líradag er vanligt at taka líra við lykt á kvøldið.

Longu líradagin er fuglurin sum heild ikki nóg búgvin at koma út úr vanliga djúpu holu síni, og tí er heldur ikki vanligt at ganga við lykt so tíðliga á heysti.

Skrápur reiðrast í ávísum støðum og oyggjum kring landið, vanliga í urðagróti, í bakka ella í líðum.

Ein av oyggjunum, har flestu skrápar munnu reiðrast, er Skúvoy. Aðrastaðni reiðrast nøkur fá pør, og har er einki av týdningi at fara eftir.

Í Skúvoy lata teir ikki væl at líranum í ár.

Harry Jensen í Skúvoy sigur, at skipanin í Skúvoy í fleiri ár hevur verið at gingið hevur verið á kvøldi við lykt í døgunum 1.-5. september – og bara hesar dagarnar.

- Teir fyrstu dagarnar fekst lítið og einki, men triðja, fjórða og fimta kvøldið fingu menn nakað av líra.

Í Skúvoy kundu menn í sínari tíð fáa meira enn 200 lírar yvir eitt kvøld og eina nátt, men tað eru eftirhondini nógv ár síðan.

Harry sigur, at hann minnist eitt kvøldið, hann sjálvur triði var eftir lírum, tá allir tríggir fingu meira enn 100 lírar í part.

- Hetta var onkuntíð í nítiárunum, leggur hann aftrat.

Í Skúvoy verður gitt um, hví so lítið er komið burtur úr hjá monnum í ár og undanfarin ár.

- Onkur heldur, at skrápurin kanska verpur seinni, og tí er tað ov tíðliga at gevast at ganga longu 5. september.

Harry sigur, at er tað so, at skrápur verpur seinni, er tað onkusvegna tekin um hóttafall á fuglinum, sum vit annars hava sæð hjá eitt nú lomviga og lunda.

- Í heyst havi eg skilt, at ein maður eitt kvøldið fekk 38 lírar, men fáir hava fingið meira enn einar 20 lírar yvir eitt kvøld og eina nátt.

Harry Jensen heldur ikki, at talið av líra, sum er tikið yvir allar hesar fimm dagarnar í heyst, er omanfyri 500.

- So, her stendur einki serligt til við fuglinum, leggur hann aftrat.