Um vikuskiftið vóru seniorarnir hjá Havnar Fimleikafelag í Danmark og kappaðust um danska meistaraheitið í amboðsfimleiki. Kappingin varð hildin í Odense, og føroysku fimleikararnir endaðu á einum samlaðum fjórða plássi.
Hetta má kennast eitt sindur hugtungt hjá kvinnunum úr Havnar Fimleikafelag, tí í báðum seriunum endaðu tær á triðja plássi, men í samlaðu støðuni rakk tað tó ikki meir
enn til eitt fjórða pláss.
Kappingin var skipað í tveimum serium, einari fríari og einari amboðsseriu. Guðrun Gudjohnsson, sum er venjari hjá seniorunum hjá Havnar Fimleikafelag sigur, at tær høvdu vóna at fingið eitt triðja pláss í kappingini, men soleiðis skuldi tað bara ikki ganga hesaferð.
Fimleikaliðið úr Greve vann kappingina sannførandi, men munurin millum nummar tvey og fýra var sera lítil, og tí kundu føroysku kvinnurnar eins væl endað á einum heiðursmerkjaplássi.
Seniorarnir hjá Havnar Fimleikafelag sýndu somu seriu, sum tær vunnu Stórkappingina við í mars mánaði. Í Odense stóðu tær seg enn betri enn á Kambsdali, tí stigatalið var væl hægri, enn til Stórkappingina.
Luttøkan í DM í amboðsfimleiki er gjørd við tí fyri eyga, at føroysku fimleikararnir, eftir tógvi stríð allan farna vetur, fáa ein eyka gularrót. Nógv tíð fer við við at venja seriurnar, og tá tað bert ein kapping um árið í rútmiskum fimleiki, kennist tað væl hjá fimleikarunum, at tær fáa høvi at sýna síni kynstur uttanfyri Føroyar
Liðið hjá Havnar Fimleikafelag letur væl at ferðini í Danmark, sum var sera lærurík, og hevur givið nógvan íblástur til komandi fimleikaár. Havnarkvinnurnar vísa á, at tær fingu eina frágera góða móttøku frá donum, sum vístu satt gestablíðni.
Arbeiða við eini norðurlendskari kapping
Guðrun Gudjohnsson sigur, at í løtuni verður arbeitt við fáa eina kapping í amboðsfimleiki millum norðanlondini í lag.
?Tað er spennadi at sleppa at luttaka í DM, men vit eru framvegis bara gestalið, tí vit ikki eru undir danska fimleikasambandinum, og tað ætla vit at broyta. Vit arbeiða við at skipa eina kapping millum øll norðanlondini, so vit kunnu kappast á jøvnum føti við hini liðini, greiðir Guðrun Gudjohnsson frá.