Lýsa rættin hjá føroyskum pápum

Hvørji rættindini hava føroyskir pápar, og hvør er teirra støða, tá teir ikki búgva saman við børnunum? Í næstu viku skipar Javnstøðunevndin fyri tveimum tiltøkum um evnið

Arbeiðið hjá javnstøðunevndini snýr seg ikki bara um rættin hjá kvinnum. Í næstu viku skipar nevndin fyri tiltøkum í Havn og í Fuglafirði, har rætturin hjá mannfólkum verður viðgjørdur.

Spurningarnir, sum verða til umrøðu eru hesir: Hvør hevur leikluturin hjá pápum verið fyrr, og hvussu hann er nú? Hvør er støðan hjá pápum í Føroyum, tá teir ikki búgva saman við børnunum? Og hvørjar reglur hava pápar at halda seg til í mun til samveru og foreldramyndugleika?

Javnstøðunevndin sigur, at tiltakið hevur til endamáls at økja um kunnleikan til páparættindi í føroyska samfelagnum og til, hvussu støðan hjá pápum í Føroyum er í mun til børnini, tá ið pápin og mamman ikki búgva saman.

Tey, ið leggja fram, eru:

Jørgen Lorentzen: Leikluturin sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðar høpi. Jørgen Lorentzen er søgufrøðingur og granskari við Lærda háskúlan í Oslo.

Lene Moyell Johansen: Foreldramyndugleiki og samvera.Lene Moyell Johansen er løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.

Solby Eliasen, journalistur verður orðstýrari og tiltøkini í Havn og í Fuglafirði eru ókeypis og almenn sigur Javnstøðunevndin.