- Lýsingarátakið hjá Kringvarpinum ov ágangandi

Eitt lýsingarátak, sum Kringvarp Føroya er farið í holt við, hevur fingið tingmannin Sjúrður Skaale at ressast.

Hann vil nú hava landsstýriskvinnuna við Mentamálum at svara, hvat hon heldur um, at Kringvarpið er vorðið støðugt meira ágangandi á lýsingarmarknaðinum.

Sjúrður Skaale viðurkennir, at Kringvarpið ikki kann missa rættin til at hýsa lýsingum.

- Tað er greitt, at um KVF als ikki slapp at lýsa, so hevði hetta ikki bara verið ein smeitur fyri stovnin, men eisini fyri lýsingarstovurnar, lurtarar og hyggjarar. Tí er eitt forboð neyvan rætti vegurin at fara, sigur Sjúrður Skaale í viðmerkingunum til fyrispurningin.

- Hinvegin er greitt, at KVF ikki púra ótálmað kann kappast móti privatum fyritøkum á tí marknaði, sum er sjálvt lívsgrundarlagið hjá hesum fyritøkum. Kortini tykist tað, sum gerst KVF støðugt meira ágangandi á marknaðinum, skrivar Sjúrður Skaale.

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin vísir tingmaðurin hjá Tjóðveldi til eitt lýsingarskriv, sum Kringvarpið sendi lýsingarstovunum í seinastu viku.

Við yvirskriftini ?Tilboð upp á lýsingaframleiðslu? byrjar Kringvarpið brævið soleiðis:

?Til allar lýsingarstovurnar.

Kringvarpið ætlar at bjóða smáum lýsarum at fáa sjónvarps- og útvarpslýsingar framleiddar eftir ein ásettum leisti, og fyri ein fastan prís.

Hetta, fyri at gera atgongdina til Kringvarpið lættari fyri teir smáu lýsararnar.?

Síðani kemur Kringvarpið við tveimum ymiskum dømum um, hvussu slíkar lýsingar kundu sæð út.