Lítið fall í Keypmannahavn

Kursfallið á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn hevur ikki verið so stórt ta fyrstu løtuna í morgun. Teir fyrstu fimm minuttirnar var fallið 0,5 prosent, skrivar DR.

Verri var seinasta fríggjadag. Tá fall vísitalið fyri 20 tær størstu fyritøkurnar 3,7 prosent. Tað var samstundis tíggjunda dagin á rað, at vísitalið fall, og tað er ikki hent síðani 1992.

Heldur ikki aðrastaðni í Evropa hevur kursfallið verið so stórt í morgun sum í Asia. Í London var fallið 1,15 prosent og í Frankfurt 1,05 prosent, skrivar Reuters.