Týskarar hava ikki serliga gott álit á teimum politikarunum, sum sita í landsins leiðslu. Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari nýggjari kanning, sum vísir, at veljararnir eru misnøgdir við tey tiltøk, sum stjórnin hevur framt í sambandi við fíggjarkreppuna.
Misnøgdin er so stór, at heili 70 prosent av teimum spurdu siga seg ikki hava álit á teimum leiðandi politikarunum, og so lítið álit hevur eingin týsk stjórn havt síðani seinna heimsbardaga, skrivar DPA.
Næstan líka mong siga seg hava mist álitið á landsins fremstu vinnulívsmonnum.