Lítið prik í vespunum

Skal gullið enn einaferð enda í Havn, tykist HB vera besta boðið. Mánadagin vunnu tepran  men tó sannførandi  sigur á NSÍ, sum enn ikki veruliga hevur bitið seg í oddin

Fótbóltur

Dysturin í Gundadali var bara góðan minutt gamalur, tá HB hevði víst kósina. Kári Nielsen sendi ein langan bolt inn um NSÍ-verjuna, og einsamallur við Jens Martini kundi Jákup á Borg geva enn eina staðfesting av, hvussu týdningarmikil hann er fyri ársins útgávu av HB-liðnum.

Meistaraspæl
Byrjanin var sjálvandi just tað, sum HB mest av øllum ynskti sær, og fyri ein stóran part sótu teir á mest sum øllum skapandi spælinum. Ikki minst var Jákup á Borg eyðsýndur í høgra borði, har runavíkingar sera sjáldan megnaðu at verja fyri kviku rykkunum og vandamiklu innleggunum.
Tí var tað eisini mest sum ein skelkur, tá Christian Høgni Jacobsen brádliga javnaði fyri runavíkingarnar. Trýstið hjá HB hevði tá skapt fleiri hornaspørk á rað, men brádliga kontraðu gestirnir. Bólturin varð sendur langt niðan móti Christian Høgna, og tá einki annað var at gera, smoygdi toppskjúttin sær bara framvið tveimum verjuspælarum, áðrenn hann sendi bóltin framvið Tróndi Vatnhamar, sum hevði loyst hálvskadda Bárð Johannesen av í málinum.
Málið kundi kanska skelkað HB nakað, men um so var, so fjaldu teir hetta væl. Væl vitandi, at teir fram til tá so rudddiliga høvdu verið við yvirlutan, helt HB fram við ágangandi spælinum, og fult uppiborið komu teir eisini á odda, áðrenn farið varð til hálvleiks.
Aftur hesa ferð var tað Jákup á Borg, sum gjørdi um seg, tá hann gjørdi sær dælt av verjumistaki. Viggo Johannesen var ikki nóg avgjørdur, og so smeyg Jákup sær ímillum, rundaði Jens Martin og smekkaði bóltin á málið.

Einstaklingarnir
Við leiðsluni í skjáttuni var HB meira kontrollerandi eftir steðgin, og tað eydnaðist eisini at halda fast um hesa. NSÍ var einstakar ferðirnar nær við, tá teir spældu langar bóltar niðan móti Óla Hansen  og partvíst Dánjal Hansen  men heilt vandamikið gjørdst tað sjáldan.
Í so máta tykjast avrikini hjá NSÍ vera alt ov nógv tengd at, hvussu lagið á Christian Høgna Jacobsen er. Landsliðsmaðurin tykist longu nú vera væl ávegis næsta gylta skógvinum á rað, men hetta í sjálvum sær tykist vera eitt ov tunt grundarlag hjá runavíkingunum at byggja á. Og hóast hann framvegis telist millum teir stinnastu í landinum, so megnar Jens Martin Knudsen ikki einsamallur at halda mótstøðuni frá at skora.
Og tá súlurnar í báðum endum tykjast somikið einstáttaðar, sum tær eru tað hjá NSÍ í ár, so er ilt at síggja, hvussu liðið skal gera álvara av ætlanunum um at leggja seg í oddastríðið. Higartil hevur liðið tó fylgt hampuliga væl við, men tapið mánadagin var eitt afturstig í so máta, og so er spurningurin, hvørt teir kunnu vinna hetta aftur.
Hjá HB er støðan í so máta nakað væl betri. Liðið hevur sum heild fleiri streingir at spæla uppá, men tað skerst tó ikki burtur, at summir eru týdningarmiklari enn aðrir. Ikki minst hevur Jákup á Borg verið flúgvandi higartil, og tí er tað ein sera dyggur smeitur, at hann nú verður noyddur at steðga á í nakrar vikur.
Í seinna hálvleiki  tá Jákup varð skiftur út  fekst sjón fyri søgn, hvussu nógv spælið dovnaði uttan landsliðskantin, og tí er spurningurin, hvørt HB yvir høvur hevur ráð til at vera hann fyriuttan. Í øllum forum, um felagið ætlar sær at halda til í oddinum.

Fakta um dystin
HB-NSÍ 2-1 (2-1)
1-0: Jákup á Borg, 2.
1-1: Christian Høgni Jacobsen, 23.
2-1: Jákup á Borg, 31.