Lítið riggaði

John Petersen, annar av venjarunum hjá AB, var rættiliga vónbrotin eftir dystin.

- Tað var ikki nógv, sum riggaði hjá okkum í dag. Vit haltaðu aftaná allan dystin. Vit vunnu ikki ein einasta luftbólt og kláraðu ikki at fáa spælið niðri á jørðini at hanga saman. Mann kann siga, at alt tað, sum vit avtalaðu, fingu vit ikki at rigga, segði John Petersen.

Tó var hann sera fegin, at liðið megnaði at koma til hálvleiks við 0-0.

- Vit kundu vera nøgdir við hálvleiksstøðuna, og gjørdu okkum klárar at spæla ein betri hálvleik, men tað riggaði bara ikki, staðfesti hann.

John Petersen legði afturat, at teir høvdu verið nøgdir við javnleik úr Fuglafirði, men at teir nú eru vónbrotnir.

Hinvegin er hann ikki bangin, hóast liðini aftanfyri AB byrja at nærkast.

- Øll søgdu, at vit fóru beinleiðis niður, men vit hava skaffað rættiliga fitt av stigum. Hesum skulu vit bara halda fast við, segði John Petersen eftir dystin.