Fuglfirðingar eru best fyri í stríðnum um møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Teir í Fuglafirði vóru í bestu deildini í fjør. Mótsatt flestu av hinum liðunum í næstbestu deildini hava teir í ÍF leikskrá, sum ivaleyst gevur eitt fitt íkast til raksturin og sum boðar frá eitt sindur av 1. deildarsniði.
Áhugin fyri leygardagsfótbólti tykist vera lítil í Fuglafirði, og avrikið ímóti Royn boðaði avgjørt ikki frá 1. deildarstøði.
Allan 1. hálvleik vóru hvalbingar bara tíggju á vøllinum. Teir høvdu ongan á beinkinum, og síðsti útispælarin, sum ikki tóktist hava vant í heilt langa tíð, kom ikki á vøllin fyrrrenn eftir steðgin.
Ivaleyst kunnu hvalbingar skemta sær við, at teir áttu at spælt við tíggju monnum alla tíðina. Tí so leingi, sum teir vóru undirmannaðir, gekk heilt væl. ÍF hevði bóltin mest sum allan 1. hálvleik. Teir løgdu stórt trýst á miðverjuna hjá Royn, sum var mannað við Óla Jensen, Tóroddi Niclasen og Regini Thomsen, og teir høvdu eina rúgvu av møguleikum ímóti málinum hjá Bjarna á Hólalagi, men heimaliðið fekk ikki hol á.
Og so hendi tað, sum er so væl kent í fótbólti. Royn fekk fimm minuttir undan steðginum bóltin fram ímóti ÍF málinum, og tað eydnaðist Allani Michelsen at fáa mál.
Í 2. hálvleiki royndi ÍF at toga spælið út í síðurnar í staðin fyri bara at oysa bóltin í brotsteigin, og tá sekundvísarin var á veg runt aðru ferð, var javnt. Eyðun Ryggshamar streyk ígjøgnum í høgru, og Rúni Petersen, sum á ÍF miðvøllinum hevði størstu tyngdina, inntil hann eitt korter undan leikloki varð skiftur út, smekkaði úr tólv metrum flatt í málið.
ÍF kom framum, tá ein tími var farin. Vongverjin í høgru, Torstein Joensen, heilfluktaði við nærra stólpan, eftir at Bárður á Lakjuni hevði lagt neyvt innfyri úr høgru. Níggju minuttir seinni staðfesti Mortan Thomsen heimasigurin við skoti úr 22 metrum. Støðan uppstóð, eftir at Royn verjan hevði roynt at rekja eitt tvey samanspæl millum Bárð á Lakjuni og innskifta Høgna á Lakjuni upp. Bólturin sat dygst undir samankomingini.
Í 2. hálvleiki hevði Royn ein møguleika. Støðan var 1?1, tá spælandi venjarin, Zoran Mancic kom leysur, men Erling Joensen bjargaði.
jh
ÍF?Royn 3?1 (0?1)
0?1: Allan Michaelsen 40.
1?1: Rúni Petersen 47.
2?1: Torstein Joensen 60.
3?1: Mortan Thomsen 69.