Vaðhorn
Á Vinnudegnum í 2003 legði lítla saltfiskavirki á Hulki á Strondum øll hini fiskavirkini aftur um seg og gjørdist Ársins Virki.
Vaðhorn er eitt lutfalsliga lítið fiskavirki, men tey, sum arbeiða har, eru sera dugnalig.
Dómsnevndin segði í 2003, at Vaðhorn er eitt virki, sum við ógvuliga hepnari hond hevur lagt seg eftir at virka eina serliga vøru. Tað eru fá virki, sum eftir støddini hava eitt so gott rakstrarúrslit at vísa á, ár eftir ár, sum Vaðhorn hevur.
– Góðu úrslitini stava ikki frá, at virkið hevur funnið eitt loynimið. Heldur er uppskriftin, at virkið hevur lagt seg eftir at gera eina serliga vøru til nakrar útvaldar keyparar, og eftir hesum hevur virkið lagt alt sítt virksemi til rættis.
– Virksemið hjá Vaðhorn er lagað eftir ynskjunum hjá viðskiftafólkunum, og við einum nútímans hugtaki kann virkið sigast at vera eitt ”just in time” saltfiskavirki.
Dómsnevndin segði, at virkið á Hulki hevur dugað at bygt upp eitt dygt samstarv við útlendskar keyparar, og tað hevur eisini dugað at laga innkeyp og framleiðslu eftir teirra eftirspurningi. Vaðhorn hevur eisini dugað at hildið fast í teir góðu keypararnar.
- Saltfiskur er ein gomul siðbundin vøra, men tey hava verið mong, sum spáddu, at henda vøra fór at fara í søguna. Men føroysku virkini, eitt nú Vaðhorn, hava gingið á odda at endurnýggja øll liðini í hesi vøru - heilt frá rávøru til keypara, so at hon hóskar til nútímans brúkaran. Fram um onnur virki innan hesa framleiðslu, hevur Vaðhorn dugað at fingið fíggjarlig úrslit burtur úr tí sera góða umdømi, sum føroyski saltfiskurin hevur á marknaðunum í Suðurevropa.
Dómsnevndin segði, at úrslitið hjá virkinum fyri hvørt kilo av ráfiski skarar framúr, sammett við onnur fiskavirki, og nevndin ivaðist sostatt ikki í at velja Vaðhorn Seafood til ársins virki í 2003.