Í dag vóru bara góð 25 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum. Helvtin var toskur, men prísirnir vóru lágir. Tann størsti toskurin fór fyri 16,56 krónur í meðal fyri kilo, og toskur III og IV fóru fyri ávikavist 14,41 og 11,01 krónur í meðal.
Umleið trý tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 10,04 krónur og hýsa III fekk 9,25 krónur í meðal. Góð fimm tons av hvítingi fingu meðalprísin 7,61 krónur fyri kilo.
Tey 25 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri knappar 290.000 krónur.