Lítil áhugi í kommunulæknastørvum

Einans tríggjar umsóknir vóru til tíggju leys størv

Ikki kann sigast, at stórur áhugi er at gerast kommunulækni í Føroyum. Tá freistin var úti 1. juli at søkja eitt av teimum tíggju kommunulæknastørvunum, ið Heilsutrygd lýsti leyst fyrr í ár, hevði stovnurin einans fingið tríggjar umsóknir til tvey ymisk størv. Tað upplýsir Eigil á Bø, stjóri á Heilsutrygd fyri in.fo.


- Tað er mangul upp á kommunulæknar, og er tað ein avbjóðing sum vit ynskja at loysa, men tað vísir seg at vera trupult, ásannar Egil á Bø.


Stjórin vil ikki upplýsa hvørji størv umsøkjararnir hava søkt, men kann kortini upplýsa, at eingin umsókn var til læknaviðtaluna í Suðurstreymi, og at av umsøkjarunum er ein kommunulækni, ið longu er í føstum starvi, meðan hinir báðir umsøkjararnir virka sum avloysarar.


Kommunulæknarnir verða eftir ætlan settir í starv 1. september.