Havn: Gongin er á tremur við alskyns tólum, nú Baldvin hevur riggað til enn eina myndatøku:
Úthurðin er opin, men í hennara stað er sett ein dúkur við einum holi í. Her stendur ein ovurstórur blásari, og sum aftur hevur samband við eina teldu og eitt mátitól. Blásarin togar luft úr bygninginum og skapar soleiðis eitt undirtrýst innanveggja.
Baldvin fer yvir til telduna, trýstir á nakrar knøttar og í somu løtu tendrar viftan. Tað er týðiligt, at hetta er eitt arbeiði sum Baldvini dámar sera væl.
- Hetta riggar sum tað skal, sigur Baldvin, og tykist sera upptikin av nøkrum tølum sum standa á mátitólinum.
- Nú skal eg bara finna rætta mátið, so kann eg byrja at taka myndirnar. Og tær fara at vísa, um húsini eru ótøtt og um tað trekkir onkustaðni.
Baldvin fer niður í eina tasku og upp kemur ein video-upptakari til infra-reyðar upptøkur, tað vil siga ein, sum er serliga ætlaður til av vísa á og prógva ótættleika í húsinum.
Fyrimunurin við hesum upptøkum er, at tær kunnu máta, um húsini eru illa bjálvað og um tey møguliga leka hita.
- Alt verður gjørt fyri at kundin kann fáa ábøtur gjørdar, fyri at spara pening til orku, vísir Baldvin á.
Hann hevur nomið sær útbúgving sum thermografur í Danmark í fjør, og hevur longu staðfest fleiri hitalekar í føroyskum húsum.
Gjóstur
Vit eru stødd hjá einum kunda, sum hevur frætt um møguleikan at taka hitamyndir hjá fyritøkuni Hitamyndir, sum hevur heimstað í Sørvági.
Støðan er hon, at maðurin í húsinum heldur, at oljurokningin er í størra lagi og at oljubilurin vitjar oftari enn neyðugt í túni hansara.
- Tá hann ringdi til mín segði hann, at tað tóktist sum at tað var ov nógvur gjóstur inni í húsinum, serliga kring um vindeyguni og úthurðina
- Ja, hann helt skemtandi fyri, at tá høgættin stóð á framsíðuna, var tað næstan so, at hann ikki behøvdist at tendra fyri ventilasjónini, greiðir Baldvin frá.
Nú er hann møttur upp hjá kundanum, og í gongdini er alt gjørt til reiðar til tess at avmynda og møguliga prógva, um kundin hevur rætt í illgruna sínum.
Blásarin hevur verið í gongd eina løtu, og nú er klárt at fara undir próvførsluna. Tað skapta undirtrýstið ger sítt til, at køld luft kemur inn í húsini, um húsini eru ótøtt.
Við upptøkutóli sínum gongur hann rúm úr rúmi og avmyndar loft, listar, karmar, spotlight, hurðar og øll onnur hugsandi støð, har ein hitaleki kann vera.
Maðurin í húsinum fylgir væl við arbeiðinum hjá Baldvini, og spyr eisini viðkomandi spurningar út frá vitan síni innan timburarbeiði. Fyri hann ger tað einki, um tað tekur sína tíð.
- Onkur hevur spurt meg, um tað ikki er eitt lætt arbeiði sum eg havi. “Er tað ikki bara at taka eina einstaka mynd, og so er tað liðugt?”, spyrja fólk meg. Men tit síggja, at tað skal gera ordiligt. Og tí kann tað lættliga taka út ímóti tveimum tímum at gera.
- Tá tað so er liðugt, hava vit eisini eitt gott útgangsstøði at tosa út frá, staðfestir Baldvin.
Hitaleki
Baldvin er nú komin fram til eitt av vindeygunum í stovuni. Hann steðgar á eina løtu, og skrúvar síðani hugsunarsamur á ein knøtt á upptøkutólinum.
- Hetta sær ikki gott út, sigur hann og vendir sær ímóti kundanum. - Her er nakað heilt galið.
Hann vísir kundanum skíggjan, og her sæst svart uppá hvítt - ella blátt uppá gult - hvussu stórur hitalekin í roynd og veru er: Uttanfyri vóru 8 stig uttanfyri, men her í stovuvindeyganum eru bert 10,3 stig og 22,1 stig uppi undir loftinum.
- So tú skilir, at her mást tú gera okkurt við bjálvingina rundan um vindeyguni. Tú betalir faktist alt for nógv í olju. Tað kanst tú gera nakað við sjálvur.
- Við eitt sindur av málarafugu, bjálving og nøkrum fáum tímum í arbeiði, kanst tú lættliga bøta um hetta fyri ein smápenga, sigur Baldvin.
Byggisjusk
Maðurin fekk ein timburmann at smíða sniðhús síni, sum hann flutti inn í fyri sløkum 10 árum síðani.
Hann og konan eru sera væl nøgd við húsini, men halda seg kortini hava goldið í so mikið í olju. Nú skal broyting koma í.
- Tað er ofta so, at ein skundar sær ov mikið til at fáa húsini bygd. Húsini kunnu tí saktans síggja bæði pen og góð út, men ein sær altso ikki alt.
- Er timburarbeiðið ov illa gjørt; er bjálvingin ikki nøktandi, ella er talan beinleiðis um byggisjusk er tað jú næstan ógjørligt at koma aftur umaftur fyri at umvæla. Men har tað ber til, kann ein gera tað sjálvur og harvið spara nógvan pening, sigur Baldvin Harðason.
- Ein slík ábót nýtist ikki at kosta so øgiliga nógv, men ein fær skjótt spart peningin innaftur!
Tilmæli
Eftir at Baldvin Harðarson hevði kannað húsini fekk kundin, sum ein partur av arbeiðinum, eitt tilmæli um ábøtur.
Saman við tilmælinum verða vístar myndir av nøkrum støðum runt um í húsinum, har ein serliga væl sær, hvussu stórur hitalekin er.
Í tilmælinum vísir Baldvin á tann nógva gjósturin í húsinum. Hann er 6,98 sekundlitrar fyri hvønn fermetur, meðan hann skal vera 1,5 sek/l.
Víst verður á, at húsini yvirhøvur eru væl gjørd og at mistøkini eru smá, men at væl slepst til at gera tær tilmældu ábøturnar.
Maðurin verður biðin um at taka allar skuggalistarnar og gólvpanelini frá á teimum kaldastu støðunum, síðani fylla gloppini við málarafugu ella stúva ull í størstu gloppini.
Somuleiðis var neyðugt hjá kundanum at kanna allar tilsetningar til vindeyguni og hurðarnar, har ein má tetta har tað gýsur, soleiðis at kuldabrúgvin verður brotin.