Tað er ein gravsteinur undir Svínaryggi, har tað er tilskilað at viðkomandi er av “Argebue”. Enn í dag halda tey á Argjaboða fast um, at tey eru so sanniliga ikki argjafólk!
Drongurin av Argjaboða var tann bert eitt ára gamli Niels Jacob Olsen. Hann var føddur í 1895 og doyði í 1897.
Pápi hansara var Óli Edvard Olsen , kallaður Óli Ing, tí mamma hansara æt Inga. Mamman Niels Jacob var Elspa, ættað úr Kvívík.
Bygdarsøgan hjá Argjaboða
Hervið verður komið til søguna hjá Argjaboða. Tey fyrstu, sum búsettust á Argjaboða, tað sum menn vita, vóru hjúnini Rachel Joensdatter úr Hósvík og Isak Eriksen ættaður uttan av Bø í Kirkjubø. Tey vóru sett av bóndanum at ansa eftir hesum partinum av kirkjubøgarðinum. Tey fingu so loyvi til at leggja eina trøð inn til egið brúk
Hetta var um 1837. Tey áttu bert eitt barn, Susanne Katrina. Men stutta tíð fingu tey bæði saman. Við manntalið í 1840 sást, at nú var Rakul blivin einkja.
Tað sæst eisini, at tá er Jógvan, beiggi Rakul, fluttur við húski sínum av Skælingi til systrina at búgva. Hon hevði sent boð eftir beiggjanum. Tað var jú lítið hon kundi gera einsamøll kvinna við einum barni.
Tað verður sagt, at húsini hjá Rakul var har, sum Argjaboðagøta nr 22 er í dag.
Men í 1845 hevur Jógvan fingið egin hús. Tey næstu 45 árini eru bara tvey hús á Argjaboða. Tað triðja kom i 1890.
Elspa og Óli Ing fingu ein son í 1900, sum varð uppkallaður Niels Jacob eftir deyða beiggjanum. Hann doyði í 1943.
Ættin kom úr Skálavík
Pápi Óla Ing var Hans Olsen úr Skálavík, vanliga kallaður Sandoyar Hanus, sum áðrenn 1867 setti seg niður á Argjaboða við húski. Hann kom úr Kirkjubø, og hann fekk 2/3 av gerðinum, sum Rakul, Ísak og Jógvan høvdu lagt inn.
Tey flyta inn til Rakul, sum framvegis er á lívi.
Í 1890 búgva tvinni hjún inni hjá Rakul. Umframt húskið hjá Hanusi búgva har eisini Ole Christian Iversen, konan Sigge Sofie og dótturin Elsebeth. Tey flyta seinni upp á Borg, har teirra eftirkomarar búgva nú.
Tað eru tískil teir báðir Jógvan Joensen og Hans Olsen, sum eru ættfedrar til fólkið á Argjaboða.
Í manntalinum í 1880 er í húsinum umframt Hanus og konan Inger Marie, ættað av Strondum, børnini Ole Edvard, 12 ár, Petra Helena Maria, 9 ár, Hans Marius, 6 ár, og Frederikke Josefine, 3 ár.
Tað sæst eingin manntalslisti aftur fyrr enn í 1928. Nú er Argjaboði strikaður sum staðarnavn, og húsini hjá Óla Ing er nú nummar 4 á Argjum.
Tey, sum nú eru í húsi, eru:
Óli Edvard Olsen (Óla Ing) (1867-1957), skipari
Elspa Olsen (1866-1933), fødd í Kvívík, kona hansara
Jacob Sivert Olsen , f.1893, bróðir Óla Ing
Óli J. Olsen, f.1903, sonur Óla Ing
Hans Edvard Olsen (1889-1944), sonur Óla Ing
Jacobina Olsen (1886-1954), av Eiði, kona Hans Edvard
Børn teirra:
Olga Olsen (1916-1944)
Arni Olsen f.1918
Henny Olsen f. 1921
Vilmund Olsen (1925-1960)
Høvdu gott orð á sær sum sjómenn
Í siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe eru frásagnir um pápa og beiggja lítla Niels Jacob, sum henda søgan snýr seg um.
Pápin Óli Ing førdi Nelli hjá Mortensenmonnum á Tvøroyri í 1906. Hann tók setuskiparaprógv hjá Jens Mohr í 1900 og síðan setuskiparaprógv í 1902. Áðrenn 1900 hevði hann verið við Streymoynni við Jóannes í Funningsstovu í Havn, og hann var av og á bestimaður hjá honum. Fyrsta skipið Óla Ing førdi, var Trý Systkin hjá Pola í Dali summarið 1900, og hann førdi hana til 1906. Í 1908 var hann við trolaranum Atlanta, sum Poli í Dali átti saman við øðrum. Hann var ein tann fyrsti føroyski trolarin. Í mong ár var hann seinni við enskum trolarum.
Hans Edvard Olsen, sonur Óla Ing og beiggi Niels Jacob, tók skiparaprógv hjá brøðrunum við Stein í 1908. Fyrstu árini sigldi hann saman við pápanum. Hann kom at verða millum kendastu trolmenn í Føroyum. Hann var í 1924 annar stýrimaður við trolaranum Nýpuni og annar stýrimaður við trolaranum Grími Kamban. Í 1928 og 1929 var hann matrósur við Havhesti hjá Skipafelagnum, og í juni 1930 við ísvirkisbátinum Øssur Havgrímssyni. Eina tíð var hann stýrimaður við trolaranum Tór 2.
Hans Edvard var eitt skifti saman við Anton Jacobsen í Vík trolbassi við norska trolaranum Nordhav 2.
Í eini frásøgn í Dimmalætting verður greitt frá ein fráfaringarsamkomu, tá ið teir báðir mynstraðu av. Her verður millum annað sagt:
Undir Middagen holdt Kaptajnen en glimrende tale til Trawlbasserne for det uegennyttige og helt perfekte Arbejde, de havde udført for Skib og Rederi, ikke mindst dog for Fiskerne, hvilket arbejde have resulteret i et storartet Resultat for alle Parter. Der blev også afholdt en Tale af Repræsentanten for Sømandsforbundet, som specielt fremhævede det gode Kammeratskab der herskede om Bord i Nordhav 2. Honnøren herfor adresserede han særlig til de to Færinger.
103 ára gomul í ættini
Ein tann elsti núlivandi føroyingur giftist inn í ættina hjá Óla Ing. Tað er Elsa f. Jacobsen ættað av Toftum, og er hon 103 ára gomul. Hon giftist í 1929 við Óla Jákup, son Óla Ing. Tey búsettust tó á Argjum.
Á Argjum vóru, tá ið Elsa flutti hagar, 16-18 hús. Nú eru tey 650!
Óla Jákup sigldi til kríggið byrjaði. Hann var millum annað við trolaranum Torfinni. Hann var eisini ein av teimum føroyingum, sum fóru við italienskum trolarum at fiska í Barentshavinum. Men hetta gekk ikki væl. Tað var okkurt galið við trolaranum. Teir lógu so nógv inni, at teir fóru heim aftur. Hansara seinasti túrur til skips var við Elsu í 1955
Óla Jákup fór at arbeiða á landi, mest í Havn. Hann arbeiddi millum annað á ísvirkinum hjá Valdemar Lützen og eisini hjá Balslev.
Tey bæði fingu átta børn: Nancy, Anna, Erling, Judith, Jógvan, Frida, Niels Edvard og Gunnar.
So nógv av søgu kann fáast um ein gravstein yvir ársgamal drong, sum doyði fyri 115 árum síðani.
Keldur:
Hans Jacob Sigvardsen: Argjasøga
Hjørdis á Argjaboða: Søgan um Argjaboða
-----
Komandi partur
Um tríggjar vikur verður frásøgn um ta 4 ára gomlu Honnu Petrinu, dóttir Onnu Helenu og Palla Bager.