Lætta um hjá barnafamiljum

Tingfundur verður aftur mik­u­morgunin klokkan 10. Tá skal tingið taka støðu til, um Jørgen Nicl­a­sen, landsstýrismaður í fíggj­ar­málanum, skal svara fyrispurningi frá Aks­eli V. Johannesen um fíggj­ar­pol­i­tikk­in.

Triðja viðgerð av upp­skoti um broyting í Heils­u­trygd­ar­lógini er eisini á skránni. Lógin kom í gildi í 2010. 1. juni í 2013 kom sein­asta broytingin í lógini í gildi. Tá varð ein tekniskur feil­ur gjørdur, sum nú skal rætt­ast.

Uppskot til eyk­a­játt­an­ar­løg­tings­lóg fyri august 2013 er eisini á skránni.

Tríggjar aðrar fyrstu­við­ger­ðir eru á skránni mikudagin. Tey uppskotini eru frá andstøðni. Tjóðveldi, Javn­að­ar­flokkurin og Fram­sókn hava lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løg­tingslóg um áseting og javn­ing av almannaveitingum – barnaískoyti. Tað mál­ið verður beint í Triv­n­að­ar­nevnd­ina.

Javnaðarflokkurin hev­ur skotið upp at hækka lestr­ar­stuðu­l­in úr ávikavist 3.607 krón­u­r til 4.110 krónur og úr 1.737 til 1.980 krónur.

Síðani er tað uppskot frá Javnaðarflokkin, Tjóð­veldi og Framsókn um at hækka barnafrádráttin úr 6.500 til 8.000 krónur. Hesi málini verða beind í fíggj­ar­nevnd­ina.