Lív er í fýrstaðnum

Um vikuksiftið kemur fólk frá felagsskapinum Focolare í Keypmannahavn til Føroya at vitja. Møti verða hildin sunnudagin

Vitjan


Fólk frá tvørkirkjuliga felagsskapinum Focolare koma til Føroya um vikuskfitð. Fundir verða hildnir her sunnudagin.
Focolare, sum merkir fýrstaður, er altjóða kristiligur felagsskapur, sum arbeiðir við at at sameina fólk uttan mun til trúarligan, sosialan ella politiskan uppruna, sum Jesus sjálvur ynskti tað, verður sagt í tíðindaskrivi frá felagsskapinum.
Lida van Dijk og Elma Streit frá Focolare í Keypmannahavn fara at siga frá royndum og upplivingum sínum við at bera evangeliið fram í gerandisdegnum. Tær fara eisini at siga frá um samskifti við fólk úr ymsum kristiligum samkomum eins og fólk úr øðrum trúalærum.
Tær bjóða fram ein lívsstíl, sum kann geva ískoyti til frið í nærumhvørvinum og við tí eisini í heiminum øllum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Sunnudagin 23. mars verðgur møti klokkan 14.30 og andakt klokkan 17.00. Drekkamunnur verður at fáa, siga fyrireikararnir í Føroyum. Tiltøkini verða í Mariukirkjuni í Havn.